Skiparasetanir í Løgtingið

Málið um skipararnar á Smyrli og fráfarna stjóran á Strandferðsluni kemur nú í Løgtingið Tá Løgtingið hevur munnligar fyrispurningar á skránni í morgin, fer Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, at seta tríggjar fyrispurningar um uppsagnir og setanir á Strandfaraskipum Landsins.

Hann spyr fyrst Jóannes Eidesgaard, løgmann, hvør er kærumyndugleiki viðvíkjandi setanum og uppsagnum á almennum stovnum, landsstovnum, eitt nú á Strandfaraskipum Landsins. Eisini verður spurt, um ein kæruviðgerð gevurlandsstýrismanninum í innlendismálum lógligan rætt til at geva tænastuboð og annars at leggja seg út í setanir og uppsagnir á almennum stovni ella stovnum. At enda verður løgmaður spurdur, hvør í grundini er setanarmyndugleiki á einstøku stovnunum undir landsstýrinum ella tess ráðum.

Torbjørn Jacobsen spyr Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvat hann heldur um framferðina hjá landsstýrismaninum í Innlendismálum í samband við setanir og uppsagnir á Strandfaraskipum Landsins, og um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjørt nakrar fyribils útrokningar um fíggjarligu avleiðingarnar av hesum nú so aktuella máli.

At enda spyr Torbjørn Jacobsen Jacob Vestergaard, landsstýrismann, eftir hvørjum reglum og siðvenjum í fyrisitingarlógini hann tilskilar sær rætt til at geva tænastuboð um og annars at leggja seg út í setanir og uppsagnir á landsstovnum undir Innlendismálaráðnum, í hesum førinum Strandfaraskipum Landsins. Hann spyr eisini, um fyribilssetti stjórin, Jákup Danielsen, fingið somu tænastuboð sum fráfarni stjórin Regin Vágadal.