Nýggjársaftan loyvdu skipararnir á ferjunum "Kronprins Harald" og "Color Fantasy" manningunum at smakka sær á, meðan skipini lógu við bryggju í ávikavist Oslo og Kiel.
Men tað gongur ikki, sigur reiðaríið. Tí vórðu báðir skipararnir boðsendir fyri einari viku síðani. Tað er ikki greitt, hvat bleiv sagt á fundinum, men í hvussu er eru teir ikki skiparar hjá Color Line longur, skrivar Aftenposten.
Kunningarstjórin hjá reiðarínum, Helge Otto Mathisen, sigur við blaðið, at manningarnar hava als ikki loyvi at drekka nakað sterkt, sama um skipini liggja við bryggju ella ikki.










