Skiparar á Smyrli

Regin Vágadal hevur sagt við fjølmiðlarnar, at 14 væl kvalifiseraðar umsóknir vóru til størvini á brúnni á Smyrli.

Tá fýra av umsøkjarunum vóru av Smyrli og tríggir av Teistanum, so gangi eg út frá, at Regin Vágadal eisini telur hesar umsøkjararnar millum allar teir væl kvalifiseraðu umsøkjararnar.

Tá hesir haraftuarat hava drúgvar royndir umborð á Smyrli og øðrum strandfaraskipum millum oyggjarnar í ódn sum í logn, so vildi eg hildið júst teir vera heilt væl skikkaðar í tílíkum størvum.

Hesa hugsan loyvi mær, bæði sum politikara og sum borgara í landinum, uttan at fáa hana góðaskrivaða frá Regini Vágadal frammanundan.

Vit hava alt gott at bera teimum, sum hava, ella eru um at leggja frá sær, og vit hava alt gott at bera teimum, sum søkja, og sum í áravís hava siglt sum stýrimenn og avloysaraskiparar á Smyrli eitt longri áramál.

Eg skilji væl, at Regin Vágadal ikki kann liva við at hava politikarar, eitt nú Jacob Vestergaard, sum virkandi stjóra yvir sær, við politiskum vina- og kenningapolitikki langt niðri í landskassanum, men eg skilji hann ikki, um hann heldur, at politikkarar als ikki skulu hava áhuga fyri yvirksipaðum starvssetanum.

Tað haldi eg, at vit øll eiga at hava.

Trygdin á sjónum er sera viðkomandi hjá okkum suðuroyingum, og heilt nógv ferðandi fylgja væl við, hvør stendur á brúnni, tá siglt verður óveðursdagar.

Sum sagt, so hava fólk flest verið væl nøgd við hesi viðurskifti, og hava alt gott at bera allari manningini á Smyrli, líka av dekkinum og upp á brúnna.

Teir nýggju umsøkjararnar kenni eg ikki, og kann á ongan hátt loyva mær at ivast í teirra førleikum.

Hinvegin loyvi eg mær, bæði sum politikari og ferðandi, at undrast yvir, at umsøkjarar, sum sambært fyrrverandi stjóranum eru væl kvalifiseraðir, og sum hava 5-10 ára langar starvsroyndir á brúnni, ikki kunnu setast í tey skiparastørvini, sum teir hava røkt sum avloysarar í óðn sum í logn í fleiri ár.

Tá eg kravdi dagføringina av Suðuroyarleiðini inn í sjálvt samgonguskjalið í 1998, var tað fyri at útvega ein nýggjan Smyril, nýggj havnaløg og tunnilssamband millum syðru og norðaru helvt av oynni.

Suðuroyarleiðin skuldi sjálvandi hvíla í so tryggum kørmum sum gjørligt.

Vit komu ikki áleiðis, nei, vit komu heilt á mál í hesum setningi.

Samgongan aftan á okkum setti sær so ein óbúnan landsstýrismann at heysta fruktirnar av hesum framtøkum okkara, men tað gekk jú ikki, so sum ætlað var.

Løgmaður sigur landsstýrismannin vera farnan út um øll sømilig mørk júst á hesum málsøki, og hevur nú koyrt hann til hús.

Vónandi fæst Suðuroyarleiðin upp aftur á beint, leys av tí vina- og kenningapolitikki, sum hevur eyðkent hana nú eina tíð.