Skiparar og navigatørar eru ikki klárir

Kunningin frá Føroya Skipara-og Navigatørfelag í dag merkir, at felagið enn ikki hevur orðað síni samráðingarkrøv mótvegis reiðarunum.

Mánadagin lótu Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið hvørjum øðrum krøvini til nýggjar sáttmálar. Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava gjørt tað sama.

 

Í komandi viku fara Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið undir sáttmálasamráðingarnar.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag metir, at felagið fer at handa Reiðarafelagnum síni krøv í fyrstu viku av februar.

 

- Yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið longdu um ársskiftið sáttmálarnar til 1. mars 2015, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag í dag.

 

Kunningin frá Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) í dag merkir, at FSN enn ikki hevur orðað síni samráðingarkrøv, men arbeiðir við málinum.