Skiparar og navigatørar á aðalfundi í dag

Fimm limir standa fyri vali á aðfundinum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag í dag.

Eins og Føroya Fiskimannafelag hevur sín landsfund í dag, hevur Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) eisini sín aðalfund í dag.

 

Aðalfundurin hjá FSN byrjaði við innskriving og morgunmati á Hilton Garden Inn klokkan 09.30 í morgun.

 

Á sjálvum fundinum verður fyrst val av fundarstjóra, frásøgn frá formanninum um arbeiðið hjá felagnum í farna ári og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.

 

Val verður eisini av nevndarlimum, har fimm limir standa fyri vali.

 

Á miðdegi verður steðgur í aðalfundinum, tá atkvøðurnar frá nevndarvalinum verða taldar, og í døgurðasteðginum verður borðreitt við góðum ábiti.

 

Høvi verður eisini á aðalfundinum hjá skiparum og navigatørum at hoyra kontrysangaran, Magna Christiansen, syngja nøkur løg.