Jákup Danielsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, tók við móttøku á Strandferðsluni fríggjadagin heldur skemtiliga til nakað soleiðis, at skiparar á Smyrli høvdu vit hoyrt eitt sindur um síðstu tíðina, men at hann fór hóast hetta at siga eitt sindur um teir.
Hanus Lassen og Pauli Larsen, skiparar á Smyrli, fara báðir um tey 67 árini, og røkka pensjónsaldri, men við nýggjari lógarbroyting kunnu teir halda á í starvi nøkur ár afturat. Teir býta nú eitt skiparastarv sínamillum.
Hanus Lassen hevur í mong ár røkt starv sum skipari á Smyrli, í yvir 30 ár, segði Strandferðslustjórin. Pauli Larsen hevur somuleiðis verið skipari í mong ár og hann kom umborð á Smyril í 1988. Strandferðslustjórin rópti teir báðar fram, og Jan Haldansen, leiðari á Sjódeildini, handaði teimum gávu og takkaði fyri trúgva og drúgva tænastu.