Skiparahugburður millum stjórarnar

Petur Petersen, aðalstjóri, hevur gjørt eina kanning av føroysku stjórunum. Hann viðgerð kanningina í filminum, sum varð vístur á Vinnudegnum

Kanningin vísir, at føroysku stjórarnir eru ungir, og at teir hava sitið leingi, hóast teirra unga aldur. Stjórarnir sita í miðal í tólv ár. Tá ið stjórarnir vórðu spurdir, hvørji viðurskifti eru tey týdningarmestu í teirra fyritøku, svara teir flestu, at starvsfólkviðurskifti, handilsviðurskifti og umsiting eru týdningarmiklast.
Petur staðfestir, at tað er stórur munur á stjórunum í teimum privatu fyritøkunum og teimum almennu fyritøkunum. Stjórarnir í teimum privatu fyritøkunum skulu í størri mun skapa úrslit. Teir skulu hugsað um at fáa fyritøkuni at yvirliva, meðan teir almennu stjórarnir hugsa meira um umsiting og onnur viðurskifti.

Leiðsluhátturin er bundin at mentanini. Teir almennu stjórarnir hava ofta eina hægri útbúgving frá einum lærustovni uttanlanda, og teir eru tí ávirkaðir av leiðslumentanini har. Teir privatu stjórarnir hava mangan fingið uppalingina frá teirra gomlu stjórum, og tí er hugburðurin øðrvísi. Sum heild kann sigast, at privatu fyritøkurnar brúka ein leiðsluhátt, sum er ávirkaður av "skiparahugburðinum". Hetta er ein kontantur leiðsluháttur, sum eisini verðuir kallaður fyri "management".
Teir almennu stjórarnir nýta ein leiðsluhátt, sum minnir um sokallað "leadership", har ið stjórin samskipar og útdelegerar.
- Tað er torført at siga, hvør leiðsluháttur er betri, men ein kanning vísir, at ein samanrenning av "management" og "leadership" gevur besta úrslit, sigur Petur Petersen.
Filmurin kann síggjast á www.foroyabanki.fo