Skipara- og Navigatørfelagið fingið nýggjan sáttmála

Klokkan átta hóskvøldið skrivaðu Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið fyri føroysk farmaskip undir nýggjan tvey ára sáttmála. ? Eg eri væl nøgdur við nýggja sáttmálan, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum

Semingsmenninir hava úr at gera um dagarnar. Eru teir ikki við í einum samráðingum, so eru teir onkra aðrastaðni.

Seinnapartin mikudagin settust teir saman við Skipara- og Navigatørfelagnum og Reiðarafelagnum fyri føroysk farmaskip fyri at finna fram til eina loysn á trætuni teirra millum.

Og hesar samráðingar gjørdust ikki á leið so drúgvar, sum millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, hóast talan var um náttararbeiði. Partarnir settust við samráðingarborðið klokkan 16 mikudagin og klokkan 20 hóskvøldið var liðugt.

Partarnir høvdu boðsent semingsstovninum tí teir kundu ikki semjast um ein nýggjan sáttmála.


Vildu hava -

og fingu - meir

Reiðarafelagið vildi bert lata 1,5 prosent í lønarhækking, men skipararnir kravdu meir.

Og tað fingu teir tá til stykkis kom.

? Fyri eina ferð skyld eri eg væl nøgdur við úrslitið av samráðingunum, sigur Ellintur Abrahamsen.

? Vit hava fingið eina lønarhækking upp á 4 prosent, sum øll fer í eina eftirlønarskipan, men tað er eftir míni meting ikki tann týdningarmesti parturin av nýggja sáttmálanum, sigur Ellintur Abrahamsen.

? Fyri okkum hevði tað sera stóran týdning, at fáa arbeiðstíðina broytta, og tað fingu vit. Frá 1. apríl fer hon niður í 11 tíma dag og tá sáttmálin gongur út í ár 2001 fer hon niður í 10 tímar. Hetta merkir, at vit frá 1. apríl fáa yvirtíð eftir 11 tímar ein dag, ístaðin fyri 168 tímar býttir á fjúrtan dagar.


Broyttar

uppsagnartreytir

Eitt annað, sum formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum er væl nøgdur við er, at uppsagnartreytirnar hjá limum hansara eru broyttar.

? Uppsagnartíðin hevur verið 4 mánaðir í mesta lagi, men hetta er broytt soleiðis at eftir 7 ára starvstíð verður uppsagnartíðin 5 mánaðir og eftir 10 ára starvstíð 6 mánaðir.

? Men eg skal tó leggja afturat, at arbeiðsumstøðurnar hjá okkara limum umborð á farmaskipunum eru framúr góðar. Tað er sjáldan nakar trupulleiki við nøkrum, leggur Ellintur afturat.


Skeiðvirksemi

við í sáttmálan

Eins og á flest øllum øðrum starvsøkjum henda stórar broytingar á økinum hjá navigatørunum.

Til fyri kortum hevur tað verið so, at limirnir í Skipara- og navigatørfelagnum sjálvir hava verið noyddir til at svara fyri teimum útreiðslum sumteir hava havt av at fara á skeið, men hetta verður broytt í framtíðini.

Ein nýggj grein er tikin við í sáttmálan og hon sigur, at skiparar og stýrimenn hava skuldu til eftir boðum frá reiðarínum, at brúka upp til 5 frídagar til skeiðvirksemi. Higartil hevur tað verið so, at okkara limir av sínum eintingum hava arbeitt við dagføring av útbúgvingini, men við hesum sáttmálanum hava reiðaríini eisini fingið ábyrgd av tí partinum.

? Tað stendur nú í sáttmálanum, at tað er reiðaríið, sum sklal gjalda fyri skeiðvirksemi og tað viðvíkur bæði skeiðsgjaldi, ferðaútreiðslum og vistarhaldi í sambandi við skeiðini, og tað er ein stór framgongd.

? So alt í alt eru vit væl møgdir við nýggja sáttmálan, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.