Vágs kommuna fór í januar undir at skipa samband og samstarv við lesandi úr Vági, sum eru norðanfjørðs ella uttanlands í lestrarørindum. Ein liður í hesum samstarvi fevnir um at Vágs kommuna hjálpir lesandi at finna praktikkpláss í samband við útbúgvingian og at fáa relevantar arbeiðsroyndir í lestrartíðini.
Skipanin við arbeiðsroyndum fór at virka í summar og tann fyrsta, sum hevur verið í arbeiðsroynd er Sunrid Hansyardóttir Kærbech.
Sunrid Hansyardóttir Kærbech, sum lesur til sosial ráðgeva, hevur í summar arbeitt á felags sosialu deild hjá Vágs og Porkeris kommunu.
Sunrid sigur, at tað hevur verið spennandi og mennandi at fáa møguleika at fáa relevantar arbeiðsroyndir í útbúgvingartíðini.
Vágs kommuna fegnast um at áhugi er fyri at koma í starvsroynd og praktikk hjá kommununi. Hetta er eisini ein góður háttur at halda samband við vágbingar, sum eru undir útbúgving, samstundis sum fólk undir útbúgving fáa innlit í hvørjar uppgávur eru innan ávís fakøkið og hjá einari kommunu.