Liðini, sum eru í hálvfinaluni í steypakappingini, KÍ, NSÍ, Víkingur og Skála hava so nógvar leikarar við gulum kortum, at um illa vil kunnu vit enda við einari steypafinalu har næstan tvey eykalið fara at spæla í tí størsta fótbóltsdystunum í føroysku kappingini.
Ítróttarskrivarin hjá Norðlýsinum var fyrsti gesturin í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag, og hann fanst rættiliga bersøgin at hvussu skjótt tað er at fáa leikbann í steypakappingini.
Harumframt umrøddu hann og Tróndur Arge góðu gongdina hjá KÍ, og gongdina í effodeildini og steypakappingini annars.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jákup Ósá hevði at siga í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag.