Nú skulu eisini kommunur eisini kunna seta eina skipan við varskógvarum í verk. Herfyri legði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, eitt uppskot fyri Løgtingið um at seta eina skipan við varskógvarum í gildi.
Tað merkir, at starvsfólk hjá tí almenna, sum varnast okkurt óreglusamt, skulu fáa høvi til at gera tað. Men tað skal kunna gerast dulnmevnt og tað merkir, at tey, klagað verður um, fáa ikki at vita, hvør klagarin er og sostatt skal ein klagari ikki stúra fyri avleiðingum.
Men nú er ætlanin at herða skipanina. Eftir ætlan skuldi hon ikki umfata kommunur, og stavnar og felagsskapir undir kommununum. Men nú Fíggjarnevndin viðgerð uppskotið hevur nevndan avtalað við Kristinu Háfoss um at herða skipanina.
Tískil hevur Kristina Háfoss nú sent Fíggjarnevndini eitt uppskot um at broyta lógina, soleiðis at hon eisini kann umfata kommunur, og kommunal virki, eitt nú IRF og SEV. Tað merkir, at skipanin skal ikki umfata kommunur, og kommunal virki, men tey kunnu seta hana í gildi.