Nicosia, Cypros: Eitt av tí, sum Henrik Larsen fegnast mest um á Cypros-ferðini hjá landsliðnum er uttan iva, at dysturin verður leiktur á kvøldi, og ikki tíðliga seinnapartin, soleiðis sum tað ofta áður hevur verið gjørt.
- Tú sást jú, hvussu stórar trupulleikar vit høvdu í Sveis, og so kanst tú ætla, at vit høvdu havt trupulleikar, um vit skuldu spælt mitt um dagin, helt venjarin fyri.
Sjálv ferðin niður til Cypros var annars eisini ein av teimum drúgvu hjá landsliðnum, men hetta tykist tó ikki vera nakað, sum venjarin hevur hug at geva stórvegis gætur.
- Tað haldi eg ikki bilar nakað. Ferðin varð jú býtt upp í tveir partar, og tað er so eisini betri, at vit vóru her mikukvøldið, heldur enn at koma hósmorgunin. Sjálvandi gerst talan um nakrar tímar tilsamans, tá ferðast skal somikið langt, men tað má mann so bara taka við, tá slíkar kappingar skulu spælast.
Nøgdur við javnleik
Tað eru helst nógv, sum eru av teirri fatan, at júst dysturi á Cypros er ein av teimum, har føroyska liðið hevur besta møguleikan fyri stigum, men landsliðsvenjarin sjálvur tykist ikki vera so nógv fyri hesum tosinum.
- Nú havi eg akkurát fingið sjónband av mótstøðuliðnum, so havi ikki havt stórvegis stundir at hyggja at teimum enn. Men eg havi so tosað vði onkrar aðrar landsliðsvenjarar, og teir siga allir, at Cypern hevur eitt hampuliga gott lið. Sjálvandi eru teir ikki so stórir favorittar, sum onnur lond ofta eru móti okkum, men tað skal eingin ivi vera um, at talan er um eina sera trupla uppgávu hjá okkum.
- Fótbólturin hjá teimum er eisini tann typiskt suður-europeiski við skjótum tekniskum spæli, og tað hevur ofta víst seg, at tað ikki er akkurát tað, sum hóskar best til okkum.
Verður talan so um ein dyst, har skipanin av føroyska liðnum verður altavgerandi?
- Ja, tað verður tað. Teir hava nakrar góðar álopsleikarar, sum vit skulu ansa sera væl eftir, og yvirhøvur skal okkara spæl rigga. Og so skulu vit eisini ansa eftir, at vit ikki koma at renna ov nógv til onga nyttu. Hinvegin haldi eg, at um vit spæla upp til okkara besta, so kunnu vit saktans fara eftir einum góðum úrslitið.
Og hvat er so eitt gott úrslit?
- Sjálvur haldi eg, at vit møguliga kunnu fáa ein javnleik, og gera vit tað, so eri eg heilt væl nøgdur, segði altso føroyski landsliðsvenjarin at enda.










