Skipanin má ganga upp

HB og B36 skulu bæði hava fimm heimadystir fyrstu níggju umførini, og tí kemur GÍ á vitjan í miðvikuni

Upptakt

Nakað annað er so tað, at hetta eisini sampakkar væl við ferðina hjá HB til Íslands, har teir skulu kappast um Atlantssteypið við íslendska FH.
Men áðrenn tosast skal um hetta, so vilja tey í HB koma ordiliga á rættkjøl aftur í landskappingini, har byrjanin hjá liðnum ikki hevur so nógv meira enn næstbest. Sigurin á TB seinast lyfti tó liðið nakað, og kann talan aftur gerast um trý stig hesaferð, fer tað av álvara at líkjast.
Til dystin hevur HB á leið sama fólkið tókt, sum teir høvdu seinast. Tað merkir, at hvørki Heine Fernandez ella Vagnur M. Mortensen enn eru tøkir, og so er spurningurin, hvussu álopsparturin fer at síggja út hesaferð. Har var Hans á Lag í óvandum leikluti seinast, men við einum máli og øðrum naskum royndum kom hann tó heilt væl frá hesum.
Hjá GÍ fegnast teir um, at tað sunnudagin eydnaðist at koma á talvuna, og so er spurningurin, hvat fæst burturúr dystinum hesaferð. Allir teir, sum vóru í Vági, eru aftur tøkir hesaferð, og hartil er Kaj Ennigarð nú aftur tøkur, eftir at hann sat leikbann av sær seinast.