Skipanin hevur svikið

Um hvalbingurin, sum er skuldsettur fyri manndráp, er sekur, hevur hann undir eftirliti framt mannsmorð. Tað er rímiligt at siga, at skipanin onkursvegna hevur svikið, um so er, heldur Eyðun Joensen

Um hvalbingurin, sum er skuldsettur fyri manndráp, er sekur, hevur hann undir eftirliti framt mansmorð. Tað er rímiligt at siga, at skipanin onkursvegna hevur svikið, um so er, heldur Eyðun Joensen, pensioneraður kliniskur sálfrøðingur, sum tó ikki vil lasta sínar fyrrverandi starvsfelagir

Ringt er at byggja borð fyri báru er eitt gamalt føroyskt hugtak, sum hann endurtekur nakrar ferðir undir samrøðuni við Sosialin.

Kanska serliga tá tað kemur til fakið sálarfrøði, er ringt at seta tvær strikur undir eitt roknistykki, men tað er rímiligt at siga, at skipanin hevur svikið, um maðurin, sum nú er skuldsettur fyri manndráp, hevur gjørt seg sekan í hesum meðan hann er undir eftirliti.

Tað er hinvegin ikki so, at pílarnir peika ein veg. Nógvir ymiskir myndugleikar eru uppi í, tá ein tílík avgerð verður tikin, og evstu ábyrgd fyri mentalkanningini hevur Retslægerådet, sum hevur eftirlit við øllum mentalkanningum, sum verða framdar.

Í sambandi við, at maðurin var mentalkannaður í 2012, vísti kanningin, at honum einki feilti. Eftir ráðførslu frá Kriminalforsorg, psykiatri og sálarfrøði er dómarin komin fram til, at ein kombineraður dómur, sum partvíst var treytaður, var tað, sum hóskaði seg best til mannin, sum millum annað hevði trúðað við at drepa 60 fólk og hevði sett eld á fimm ymisk støð í Gistingarhúsinum í Øravík.

Summi tola ikki alkohol
Tað er møguligt, at maðurin er mentalkannaður í edrúum tilstandi, og at hann í veruleikanum átti at verið kannaður, meðan hann var ávirkaður, heldur Eyðun Joensen.

- Vit vita, at summi fólk ikki tola alkohol. Eins og summi ikki tola sukur ella jod, eru tað nøkur, sum ikki tola alkohol. Fáa tey alkohol, eisini í smáum mongdum, slær tað klikk, og av tí at tað hendir tíðliga, tað vil siga, sjálvt við lítlari promillu, so er førleikin ikki skerdur, og tey eru enn før fyri at gera stóran skaða, sigur Eyðun Joensen.

Er hetta galdandi, eigur tað at síggjast í eini mentalkanning.
- Tað er gjørligt at gera mentalkanningar, har tað sæst, um ein persónur hevur ein feil í heilinum, sum ger at viðkomandi ikki tolir alkohol, sigur Eyðun Joensen.

Tað verður gjørt undir sera kontrolleraðum umstøðum á einum sjúkrahúsi og undir læknahond. Tú gevur viðkomandi alkohol, so hann hevur somu promillu, sum hann hevði, tá brotsverkið varð framt, greiðir Eyðun Joensen frá.

Vanligt at døma til antabus
- Endamálið við einum viðgerðardómi er at tryggja hetta samfelagið og okkum øll ímóti teimum, sum ikki tola at drekka. Í mínari tíð, hevur tað verið vanligt, at geva fólki antabus, so tey ikki tola at drekka.  

Tað kann gerast soleiðis, at tey taka tað, tá tey komu til samrøðu. So prátar tú við tey eina løtu, fyri at tryggja at tað ikki fer út aftur fimm minuttir eftir.

Tað eru somuleiðis summi, sum fáa tað opererað inn í ryggin. Á henda hátt ber í ein vissan mun til at tryggja, at viðkomandi ikki drekkur, sigur Eyðun Joensen.


Les longri samrøðu við Eyðun Joensen í Sosialinum í dag