Ein skipan, har pengarnir verða vunnir við at handla kvotur, heldur enn at økja um viðrið á rávøruni hevur oyðilagt botnfiskaflotan, og hon fer eisini at oyðileggja restina af flotanum, sigur Poul Michelsen, vinnulívsmaður og formaður fyri Framsókn.
Hann hevur at politikkinum hjá Fólkaflokkinum, har nakrir fáir aktørar fáa alt tilfeingið ókeypis og kallar tað planbúskap.
- Tað besta fyri vinnuna og samfelagsbúskapin er, at vinnan er tengd at marknaðinum, og at nógvir smærri aktørar hava atgongd til at fiska ístaðin fyri nakrar fáir stórir aktørar.
Tað førir við sær at fleiri royna at virðisøkja vøruna. Tann skipanin, sum vit hava í dag leggur upp til at fiska so nógv sum gjørligt, heldur enn at fáa so góðan prís, sum gjørligt. Sostatt snýr tað seg um mongd og ikki góðsku, sigur Poul Michelsen.
Hann tekur sum dømi, at í Føroyum skalt tú fiska 40.000 tons, fyri at at skipið skal forrenta, men í Noreg kanst megna teir at forrenta eitt skip við at fiska 10.000 tons.
- Har snýr tað seg um at virðisøkja tað, sum verður fiskað. Til dømis at leggja seg eftir ávísum marknaðum ella góðska vøruna. Málið er at fáa ein góðan prís fyri tað, sum tú hevur, sigur Poul Michelsen.
Her verða pengarnir vunnir við at handla kvoturnar ímillum sín og tað er als ikki meiningin við fiskivinnuni, sigur Poul Michelsen.