Skipanin eigur at broytast

Tað er ikki ólógligt, tá politikarar deila veiðurættindi út til nøkur fá, men skipanin er ikki góð, tí tað leggur trýst á politikarar. Hon eigur tískil at verða broytt, sigur Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur

Ein úrskurður í mannarættindanevndini í altjóða mannarættindafelagsskapinum, FN, staðfesti í 2007, at Íslendski staturin gjørdi mannamun við at lata fiskivinnurættindi til einstaklingar, sum so antin kunnu selja tey víðari ella leiga tey út til onnur fyri stórar upphæddir.
Í Íslandi vóru tað einans skip, sum vóru í flotanum í tíðarskeiðinum 1980 til 1983, sum kundu fáa kvotur frá statinum og hetta kemur undir antidiskriminatiónsregluna í FN regi, metti ein meirluti í mannarættindanevndini.
Men hesin úrskurður, eins og hugtakið "fólksins ogn", er innantómt og kann ikki brúkast til at staðfesta, at nakað ólógligt fer fram, sigur Halgir Winther Poulsen.
- Tú kanst brúka hugtakið politiskt, sosialt og út frá einum rættvísissjónarmiði, men løgfrøðiliga hevur hetta einki at siga, sigur Halgir Winther Poulsen. Tað nyttar einki at tosa um fólksins ogn, sigur hann.
- Tú kanst ongantíð vinna nakað við tí. Hvør umboðar fólkið? Tað ger Jacob Vestergaard, sigur Halgir Winther Poulsen. Retorikkurin loysir ikki nakað, men skapar heldur mótsetningar, heldur hann.

Skipanin eigur at broytast
Halgir Winther Poulsen heldur, at skipanin, har politikarar deila rættin til tilfeingið út, eigur at broytast.
- Vit eru betur fyri enn íslendarar. Vit hava 2018 inni í lógini, tað vil siga, at vit hava møguleika fyri at gera eina nýggja skipan, har fiskirættindi verða deild út eftir einum objektivum leisti, sum tekur atlit til øll áhugamál, sigur Halgir Winther Poulsen.
Hann heldur, at trupulleikin eigur at vera loystir á einum breiðum grundarlagi, tí annars verður tað bara broytt aftur, tá nýggir politikarar koma til.
- Vit kunnu ikki blíva við at tosa um hettar her. Politikarar eiga at seta eina arbeiðsnevnd, sum kann koma við einum tilmæli um, hvussu man skrivar veiðirætindi út frá einum objektivum grundarlagi, sum tekur atlit til øll áhugamál, sigur Halgir Winther Poulsen. Í dag eru ongar reglugerðir, men fiskivinnumálaráðharrin avger, hvussu veiðirættindini skulu deilast.
Halgir Winther Poulsen heldur, at skipanin, har politiska valdi deilir so stór virðir út, er ring fyri samfelagið.
- Tað má vera ein øgiligur ágangur á ein politikara, sum skal deila so stór virði út. Hetta er ikki gott fyri nakran, heldur ikki politisku skipanina, tí uttan mun til, um politikarin er erligur og reiðiligur, so vil hann altíð verða illtonktur fyri at taka atlit til vinir og familju og kenningar. Tað er ikki gott fyri politisku skipanina, sigur Halgir Winther Poulsen.


Myndatekstur
Politikarar skulu ikki sita og deila so stór viðrir út. Ein arbeiðsbólkur eigur at verða settur, sum kann gera eitt uppskot til, hvussu veiðurættindini skulu deilast út eftir einum objektivum leisti, sum tekur atlit til øll áhugamál, sigur Halgir Winther Poulsen. Í dag er eingin reglugerð fyri, hvussu fiskirættindini skulu deilast. Tað er upp til landstýrismannin.


Faktaboks

Úrskurður í ST í 2007
Íslendski staturin mótvegis Erlingi Sveinn Haraldson og Örn Snævar Sveinsson.
Meirlutin í Mannarættindanevndini í ST staðfesti í 2007, at íslendski staturin hevur forbrotið seg móti diskriminatiónsgreinini í mannarættindasáttmálanum við at deila fiskikvotur út til nakrar reiðarar, meðan aðrir ikki fingu lut í kvotunum.
Meirlutin í nevndini staðfesti, at grundgevingin fyri útlutan av kvotum, nevniliga at verja stovnin, er legitim. Úrskurðurin byggir tískil á um grundarlagið fyri, hvør fekk tillutað kvotur var rímuligt og objektivt.
Tað, at kvoturnar ikki vórðu lætnar fyribils, men kundu seljast víðari ella leigast út til marknaðarprís, ístaðin fyri at fella aftur til statin, sum kundi skriva tær út til onnur, lá sostatt til grund fyri, at Ísland var mett at bróta ásetingarnar um diskriminatión í mannarættindasáttmálanum.
Niðurstøðan var, at Erlingur Sveinn Haraldson og Örn nævar Sveinsson skuldu hava endurgjald frá íslendska statinum