Skipan ella óskipan

Stjórnarskipan Føroya

 

Beint áðrenn tingið fór til hús setti tað eina sokallaða § 25 nevnd mannað við 10 tingmonnum. Nevndin skal viðgera uppskotið frá stjórnarskipanarnevndini til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Hetta uppskotið er vorðið til aftan á drúgt og gott arbeiði í einum væl kvalifiseraðum arbeiðsbólki, sum eisini hevur havt tingmenn – í fleiri førum teir somu sum nú mannað § 25 nevndina – sum fylgibólk.

 

Stjórnarskipanarnevndin hevur undir skiftandi formum og umstøðum arbeitt í mong ár, og framlagt síni álit ávegis. Endaliga álitið varð handað løgmanni í desember 2006, tað vil siga fyri nú hálvum ári síðani. Grundleggjandi er uppskotið sera gott, og um tað verður samtykt uttan tær stóru broytingarnar vil tað vera eitt dømi um eina nýmótans grundlóg, sum er betur enn tær flestu vit kenna frá øðrum londum. Spurningurin er bara, um ikki løgmaður og tingið hava ligið sjóvarfallið av sær. Løgmaður hevur súltað uppskotið í meira enn 5 mánaðar, áðrenn hann legði tað fyri tingið, og tá hann so endiliga ger tað er tað bert ein handan yvir til tingið við bøn um eina nýggja nevnd, sum kann súlta tað víðari. Vit vita, hvussu tingnevndir ofta arbeiða, tá summarfrítíðin er í hondum. Einki hendir.

 

Í hesum førinum er talan um eitt uppskot, sum skal samtykkjast av tveimum løgtingum og síðani sendast til góðkennandi fólkaatkvøðu. Tað vil siga, at um § 25 nevndin ikki ger sítt arbeiði liðugt og leggur málið fyri tingið beint eftir ólavsøku í ár og tingið samtykkir uppskotið, so gongur eitt heilt valskeið, tað vil siga 4 ár, til málið aftur kann avgreiðast, uttan so at løgtingsval verður útskrivað í ótíð fyri endaliga at avgreiða málið. Hinvegin kann sigast, at málið hevur so stóran týdning, at tað kundi veri gjørt.

 

Sum eg nevndi er uppskotið so gott, at løgmaður hevur syndað ótilgeviligt móti Føroya fólki við ikki at koma í tingið við uppskotinum fyrrenn í mei mánað. Lógarpartarnir um stjórnarskipan og rættindi skuldi full semja veri um. Møguliga kunnu onkrar broytingar gerast í orðingini um sjálva stýrisskipanina, men tað kann ikki taka langa tíð, aftaná tað drúgvu viðgerð alt hetta hevur fingið frammanundan.

 

Einasta vónin, sum nú er eftir, er, at § 25 nevndin tekur seg saman og kemur til eina so breiða semju sum møguligt, og avgreiðir málið í august, tað vil siga áðrenn seinasta tingsetan í hesum valskeiðinum endar. Tað skyldar nevndin Føroya fólki.

 

Føroyar eitt valdømi

 

Samstundis sum løgmaður og tingmenn hava handfarið uppskotið um Stjórnarskipan Føroya sera jánkasliga og óproffessionelt, so trínur løgtingsformaðurin fram og kunngerð, at hann vil koma við einum uppskoti um eina kollvelting av valskipan løgtingsins. Her sær út til, at einki er til hindurs fyri at arbeiða skjótt. Tær vikurnar, sum eru eftir frá ólavssøku til val verður útskrivað (í oktober/november?) skulu eftir øllum at døma nýtast til at umskipa fyrndargomlu skipanina av umboðan á løgtingið frá landinum øllum til eina kommunala valskipan, har alt fer í ein pott.

 

Tað verður ført fram, at við eini tílíkar kommunuvalskipan fáa vit meira demokrati og samstundis minni av lokalpolitikki. Hetta er snøgt sagt nakað tvætl. Demokrati fært tú ikki meira av, um flokkarnir hava ein uppstillingarlista fyri alt landið. Tað einasta ein tryggjar er, at lutfallsliga býti av tingmonnum millum flokkarnar verður javnari. Men tað kann eisini gerast á annan hátt. Hetta havi eg skrivað fleiri greinir um fyrr. Men demokrati er ikki bara javnt býti. Demokrati er eisini, at fleiri sjónarmið hava møguleika at koma framat. Um røddirnar úr summum pørtum av landinum skulu køvast “á heildarinnar altari”, so køvir tú eisini ein part av tí demokratisku skipanini. Tá verður heldur talan um meirilutadiktatur.

 

Síðani er tað hugtakið lokalpolitikkur. Hetta er gjørt til nakað ljótt. Sum at lokalpolitikkur er nakað skaðiligt. Lokalpolitikkur valdast. Tú kanst arbeiða so nógv lokalt fyri eitt meginøki ella stórt øki við hjálp av nógvum umboðum grundað á stórt fólkatal, at tú køvir smærri økini. Hinvegin kanst tú arbeiða til frama fyri smærri øki og hjálpa teimum. Tað skaðar sjáldan størri økini ella heildina..Vanliga er tað til gagns fyri alla heildina. Eg kann ikki lata vera at hugsa um, at um Føroyar allar vóru eitt valdømi, til dømis líka síðani seinra heimsbardaga, hevði nógv verið øðrvísi. Vit høvdu tá neyvan havt alt tað vegasamband vit hava í dag. Nógvar havnir høvdu ikki verið útbygdar ella í heila tikið bygdar. Tunnlarnir í Suðuroynni og Norðoyggjum høvdu neyvan verið til Eingin nútímans Smyril hevði verið, bert fyri at takað nøkur dømi.

 

Menningin av føroyska samfelagnum er farin fram í so gott sum øllum landinum, tí atlit stórt sæð hava verið tikin til allar partar av landinum. Við hvørt hevur nógv staðið á, men samanumtikið hevur skil valdað, tí politiska skipanin og umboðanin hevur havt eina nøkulunda rímuliga og javna tyngd. Latið ikki hetta avlagast við í óðum verkum at skerja demokratiið í breiðum týdningi.