Model av mjólkabátinum, postbátinum og ferðamannabátinum ?Ruth? er at síggja í Smiðjuni í Lítluvík Modelið av Ruth var avdúkað undir samkomu í Smiðjuni í Lítluvík, sum var hildin í kvøld kl. 18. Stigtakari til at gera modelið av mjólkabátinum Ruth er Álvur Danielsen í Havn. 11. juni í ár eru júst liðin 100 ár síðani Ruth kom til landið. Ruth var keypt úr Noregi, og var hon 15 bruttotons til støddar, og røkti Ruth sambandið úr Havn til Skálafjørðin og sunnara Sundalagið millum 1908 og 1926, tá báturin fór í aðra sigling. Við góðum stuðlum hevur eydnast Álvi Danielsen at fáa gjørt eitt model av Ruth, sum var fyrsta ferðamannaskipið í regluligari sigling í Føroyum. Poul Benadikt Petersen, vanliga nevndur ?Benni? hevur gjørt modelið av Ruth, sum er 62 cm. langt. Til ber at síggja framsýningina og modelið saman við nógvum forvitnisligum myndum og tekningum av skipunum frá í kvøld, og líka til fríggjakvøldið 13. juni.