Eitt nýtt partafelag, sum eitur Hvanngarður, og sum partafelagið Varðin í Gøtu hevur stovnað, keypti í vikuni djúpvatnstrolaran Rankan frá Realinum.
Rankin bleiv seldur á tvingsilssølu, og Realurin keypti hann fyri 15 milliónir krónur. Skipið hevur hoyrt heima á Tvøroyri, men verður nú skrásett í Gøtu.
Rankin er í løtuni til umvælingar á skipasmiðjuni í Havn, men enn er ikki greitt, nær skipið skal til fiskarí. Rankin plagdi at partrola við Suðringi, men enn er eingin avtala gjørd um nakað samstarv frameftir
Rankin fiskaði makrel í fjør, og eftir ætlanini skal skipið eisini fiska makrel í ár, um tað fær loyvi.









