Trygd
Edvard Joensen
Farmaskipini hjá Skipafelagnum Føroyar eru nú ISM góðkend. ISM stendur fyri International Safety Management.Talan er um altjóða trygdargóðkenning, sum kravd er frá 1. juli í ár.
Odmar Hansen á Skipafelagnum sigur, at støðan er stutt og greitt tann, at tað farmaskip, sum ikki hevur hesa góðkenning tann 1. juli í ár, verður lagt.
Frammanundan hava bæði ferðamannaskip og tangaskip hesa góðkenning. Fyri ferðamannaskipini kom hon í gildi í 1996, og fyri tangaskipini tvey ár seinni í 1998. 1. juli í ár er túrurin so komin til farmaskipini, og allur handilsflotin er sostatt ISM góðkendur.
Tað er klassin, sum stendur fyri certificeringini, sigur Odman Hansen. Hjá Skipafelagsbátunum er tað Norske Veritas í Føroyum, sum klassar.
Tað, sum hendan certificeringin í høvuðheitinum gongur út uppá, er at festa niður á blað allar teir arbeiðshættir, ið longu verða nýttir umborð.
?Sum so merkir tað onga broyting í gerandisdegnum umborð, sigur Odmar Hansen. Útgerðin er so at siga tann sama. Onkrar bøkur og okkurt annað smávegis soleiðis er komnið afturat. Í aðrar mátar hevur trygdin verið so góð umborð, at nøkur stórvegis broyting fer ikki at merkjast í gerandisdegnum, hóast nú stendur á pappíri, hvussu farast skal fram.
Skipafelagið Føroyar eigur skipini Blik og Lóm, sum sigla í fastari rutu millum Føroyar og Danmark. Umframt leigar Skipafelagið eisini danska farmaskipið Sea Lion.