Skipafelagið 105 ár í dag

Í dag kan Faroe Ship hátiðarhalda sín 105 ára føðingardag. Hin 19. mars í 1919 varð Skipafelagið Føroyar sett á stovn við tí endamáli at flyta fólk og farm milum lond.

 

– Stórar broytingar og týðandi menning er farin fram hesa góðu øldina. Seinni í ár flytur felagið í nýggj og stásilig hølir á Skansabrygguni.

Nýtt pakkhús, frystihús, verkstað og skrivstovubygningur verða í løtuni bygt. Gongur sum ætlað, so verður flutt í nýggju hølini áðrenn tjaldrið fer avstað aftur. Vit takka fyri stuðulin hesi 105 árini, skriva Faroe Ship á Facebook.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##