Klaksvík: Í gjár hýsti miðbýurin í Klaksvík aftur bingjum, sum pláss ikki er fyri á vestara kaiøki. Hetta er aðru ferð, at bingjur eru settar í miðbýnum.
Støðan á kaiøkinum verður helst betri í heyst, tá Skipafelagið Føroyar fær stáplara til Klaksvíkar. Talan er um stóran trukk, sum kann lyfta 45 tons. Trukkurin kann seta fýra 40 fót bingjur omaná hvørja aðra.
Við Norðlýsið fríggjadagin segði Heini á Marknagili, deildarleiðari hjá Skipafelagnum í Klaksvík, at hann ivast í, um kaiøki við goymslubygningin hjá teimum heldur til so stóra vekt, sum nýggi trukkurin fer at útseta hana fyri.
Hann heldur tó, at nýggi trukkurin fer at bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar á vestara kaiøkinum, har tað í løtuni er sera trongligt.