Skipaeftirlitið tikið skeivar avgerðir

Maskinmeistarafelagið fingið viðhald í 5 kærumálum

Tíðindaskriv frá Maskinmeistarafelagnum
????~~~~~~---

Á fundi í Sjóvinnuráðnum tann 6. oktober 2006 vóru m. a. kærur frá Maskinmeistarafelagnum um manningarviðurskifti viðgjørdar.
Felagið fekk í Sjóvinnuráðnum viðhald í 5 kærum.
Í 4 førum hevur Skipaeftirlitið ásett minni førleikakrøv til maskinmanning enn manningalógin ásetir og í 1 føri hevur Skipaeftirlitið av órøttum givið skipum undantaksloyvi til at sigla við óskikkaðum maskinmeistarum.
Maskinmeistarafeagið hevur í fleiri ár víst á, at umsitingin av manningaviðurskiftum als ikki hevur verið nøktandi og landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum er kunnaður um hetta.
Avgerðirnar hjá Sjóvinnuráðnum í hesum 5 málum prógva, at Maskinmeistarafelagið hevur havt rætt í sínum atfinningum og felagið vónar nú, at Skipaeftirlitið og landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum fara at endurskoða málsviðgerðina av manningaviðurskiftum.
Sjóvinnuráðið er hægsti myndugleiki í málum viðvíkjandi manningarviðurskiftum og sambært lógini eru tess avgerðir endaligar.