Óhappið hjá Norrønu
Tað var eitt mistak, tá ið Skipaeftirlitið hósdagin ætlaði at almannakunngera frágreiðingina um óhappið hjá Norrønu.
Tí mátti Skipaeftirlitið enn einaferð boðað frá, at tað mátti bíða við at almannakunngera frágreiðingina um óhappið hjá Norrønu.
Partarnir, sum eru uppi í málinum, eru nevniliga ikki lidnir at gera viðmerkingar til málið og tí mátti at enn einaferð útsetast at almannakunngera frágreiðingina.
Fyrrenn partshoyringarnar eru lidnar, ber ikki til at almannakunngera frágreiðingina.
Bjørn á Heygum, sakførari hjá skiparanum á Norrønu, váttar, at partshoyringarnar ikki eru lidnar enn.
Hann sigur, at hildið verður fram við partshoyringunum hesa vikuna, so at vit kunnu koma ígjøgnum hoyringsprocessina, sum hann málber seg.
Hon er nevniliga ikki liðug enn, segði sakførarin við Sosialin fríggjadagin.
Hann vil annars ongar viðmerkingar gera til málið so leingi, tað er í viðgerð.
Hann vil sostatt heldur ikki siga sína hugsa um, antin Skipaeftirlitið hevur gjørt eitt fyrisitingarligt mistak við at kunngera, at frágreiðingin skuldi almannakunngerast hósdagin, hóast partshoyringarnar ikki vóru lidnar.
Tað fekst ongin viðmerking frá Skipaeftirlitinum, áðrenn blaðið fór til prentingar