Skipaða loysingin ? nýtt gandaorð?

Eftir í nógv ár bert at hava tosað um loysing og at kvetta her og nú, hevur Tjóðveldisflokkurin funnið fram til hugtakið »skipaða loysing«. Hvat hetta merkir? Jú, so vítt ein kann lesa sær til, so merkir hetta, at vit skulu varðveita blokkin í eini 6-7 ár at gjalda skuld við og (haldið tykkum nú fast) danir skulu eisini útfrá eini ST samtykt frá 1962 hjálpa okkum fíggjarliga í eini skiftistíð, hvussu long hon er veit ongin, men 10-15 ár hevur verið nevnt.

So skipaða loysingin merkir í veruleikanum, at danir skulu fíggja okkara loysing og at heildarveitingin til Føroyar sambært hesum verður størri enn hon er í dag. Hetta er tann skipaða loysingin. Eg má bara spyrja, er hetta ein virðiligur háttur at taka ræðið yvir egnum landi?

Nei, skulu vit hava sjálvstýri, so er Sjálvstýrislógin tann einasta, ið kann nýtast, tá ið valstríðið er av, hon fer nevniliga at fyrisita, hvussu vit koma fram at loysingini. Vit halda fast við, at loysingin er treytað av búskaparligum frælsi ? so loysingin ikki rakar vælferðina hjá vanliga fólkinum.

Skulu vit veruliga fáa loysing, tá ið meirilutin av fólkinum ynskir tað, so má gerast ein ítøkilig ætlan fyri eina niðurtrapping av blokkinum, samstundis sum miðvíst verður farið undir at menna og fjøltáttað okkara búskap, so vit á tann hátt kunnu fáa veruligt frælsi ? búskaparligt frælsi.

Vel tí ein politikk, ið er nýtiligur, eisini aftan á valdagin ? vel Javnaðarflokkin.


Eyðgunn Samuelsen,

valevni Javnaðar-

floksins í Norðoyum