Tilsamans 30 starvsfólk hava seinastu tvær vikurnar verið á skeið, har tey í fimm seinnapartar, tríggjar tímar hvørja ferð, hava fingið undirvísing í eitt nú persónligari røkt, heilivági, rehabilitering, ergonomi, demens, samskifti, etikki og umsorgan.
Marna E. Jensen, stjóri í heimatænastuni, sigur seg í samrøðu við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu fegnast um, at , at Norðoya Bú-og Heimatænasta hevur so nógv dugnalig starvsfólk.
- Fleiri av okkara starvsfólkum hava høgan starvsaldur og tí nógvar royndir, og tað styrkir okkum avgjørt í strembanini eftir at veita eina tænastu á høgum fakligum støði.
Tað er ein sannroynd, sigur hon, at eftirspurningurin eftir fakligum heilsustarvsfólkum er stórur og trupul at nøkta.
- Tí er tað gleðiligt, at okkara royndu deildarleiðarar og onnur starvsfólk í heimatænastuni kunnu raðfesta tíð til at undirvísa okkara starvsfólkum, soleiðis at vit áhaldandi kunnu veita eina góða tænastu.
Ummælini eftir tvey tey fyrstu skeiðini hava verið ómetaliga góð.
- Hóast fleiri av starvsfólkunum hava arbeitt í røktini í eina rúma tíð, so siga fólkini, at skeiðið avgjørt styrkir tey fakliga og ger tey enn meira trygg í uppgávuni, og tað er gleðiligt, sigur Marna E. Jensen.
Ætlanin hjá Norðoya Bú-og Heimatænastu er at bjóða skeiðið út eftir tørvi.