Klokkan átta byrjaði fundur á løgreglustøðini í Havn, har ætlanin er at fyrireika eina sonevnda skipaða leiting eftir Klæmint Eli Poulsen.
Á fundinum fara umboð fyri løgregluna, bjargingarfeløg, MRCC, tyrlutænastuna, LÍV og onnur at tosa um, hvussu leitingin skal skipast frameftir. Hetta verður lutvíst gjørt út frá teimum kanningum og avhoyringum, sum løgreglan higartil hevur gjørt.
Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at ætlanin er at leita víða.
Klæmint Eli Poulsen varð seinast sæddur í bili sínum á Kaldbaksvegnum við Sundsverkið seinnapartin týsdagin. Hann var tá á veg norðureftir.