Í hesum døgum liggja ikki nógv skip við kaj ella í dokk á Skipasmiðjuni á Skála. Allir mans rudda og gera klárt inni í byggihøllini, sum skal takast í nýtslu fyri fyrstu ferð síðani síðst í 80´unum. Tað er ikki sørt, at fólkini kring Skipasmiðjuna eru spent uppá byggingina.
- Byggingin byrjar síðst í oktober. Skipið verður smíðað fyri Thor í Hósvík. Talan er um eitt sokallað Chase/Standby-skip, sum er hjálparskip hjá einum seismikkskipi.
- Hetta fer við mestsum allari arbeiðsorkuni. Ein tílík bygging bindir orkuna frá nú og eitt ár fram. Hetta er ein sera spennandi og krevjandi uppgáva, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni.
Dánjal Andreasen, leiðari á Skipasmiðjuni á Skála, metir, at skipabygging er nakað, sum Skipasmiðjan kann endurtaka í framtíðini. Tó mugu føroyingar fáa eina vitan innan økið. Hesa vitan skulu teir millum annað fáa frá pólendingunum, sum koma upp at arbeiða á Skipasmiðjuni.
- Pólendingarnir koma síðst í oktober. Tá koma um 30 pólendingar. Seinni koma fleiri, og tá ið tað verða flest, verða 50 pólendingar til arbeiðis á Skála. Vit hava tørv á pólendingunum, tí at teir hava eina vitan og eina ekspertisu, sum føroyingarnir ikki hava. Tað er ikki tann bíliga arbeiðsorkan, sum er avgerandi, men heldur teirra fakliga vitan, sum vit hava tørv á, sigur Dánjal.
Nógv arbeiði verður í samband við byggingina, og tað kann væl henda, at fleiri fólk koma at arbeiða á Skipasmiðjuni næsta árið.
- Byggingin gevur meira arbeiði. Summir verða bundnir at byggingini, meðan aðrir fara at arbeiða á bedingini og so framvegis. Vónandi koma fleiri fólk til Skipasmiðjuna, men tað er ikki lætt á finna fólk á arbeiðsmarknaðinum í dag, sigur Dánjal.
Spurdur, um hetta er ein leið, sum Skipasmiðjan fer at ganga framyvir, svarar Dánjal:
- Skipabygging er heilt vist ein møguleiki. Eg haldi, at tað er rætt at troyta tann møguleikan. Men vit mugu fyrst fáa royndir innan økið og arbeiða upp eina vitan. Nógv er broytt. Fyrr vóru tað føroyingar, sum bygdu skip og lærdu onnur um hetta fakið, men nú eru tað pólendingar, sum læra okkum.
Gunnar Mohr er samdur við Dánjali í hesum. Hann leggur dent á at fáa arbeiðið í eina støðuga legu, so at teir kunnu gera seg galdandi innan skipabygging.
- Seinast, eitt skip varð bygt á Skála,var, tá ið Teistin í 2001 varð sjósettur av Skála Skipasmiðju. Tá var skrokkurin tó bygdur í Pólandi. Seinast, eitt heilt skip varð bygt, er heilt afturi síðst í 80´unum. Skipabygging er ein spennandi møguleiki, og nú fara vit at arbeiða við at fáa arbeiðið støðugt. Síðani kunnu vit fara at hugsa um, í hvønn mun vit skulu satsa uppá hetta økið, sigur Gunnar Mohr.
Beint nú liggur einki skip við kaj ella í dokk á Skála Skipasmiðju. At síggja til, er lítið virksemi á størsta arbeiðsplássinum á Skála, men inni í høllini stríðast teir við at gera klárt til byggingina.
- Í næstu viku kemur okkurt skip í dokk, so øll orkan fer ikki til byggingina. Men hon fyllir ein stóran part, sigur Dánjal Andreasen at enda.








