Skipað verður fyri bussferðum til Svangaskarð

Bláa Bylgjan og Giza FF skipa fyri bussferðum úr bæði Klaksvík og Havn, har fjepparar skulu stuðla landsliðnum saman Erna Torleifsdóttir Sigurðsson, forkvinna í Bláu Byljuni og Andrass Thomsen, formaður Í Giza FF ætla, at føroyska fótbóltslandsliðið veruliga skal merkja, at teir eru á heimavølli, tá teir skulu spæla EM-undankappingardyst ímóti Slovenia í annaðkvøld klokkan 18.30.

 

Skipað verður fyri bussferðum, bæði úr Klaksvík, og úr Havn. Stigtakarnir úr Klaksvík og Havn vísa á, at hóast vit ikki eru á sama liði í gerandisdegnum, so er týdningarmikið at taka lógvatak og stuðla felagsliðnum hjá øllum sonnum føroyskum fótbóltsfjepparum; nevnliga føroyska fótbóltslandsliðið.

 

Bláa Bylgjan boðar frá, at fólk í Leirvík, Fuglafirði og Gøtu eisini eru vælkomin við út á Svangaskarð at stuðla landsliðnum. Fólk norðanfyri, sum ynska at sleppa við bussinum hjá Bláu Bylgjuni kunnu ringja telefonnr. 220222 ella 582882 og melda seg til. Bláa Bylgjan vónar, at onkur, sum eigur reyða andlitsmáling meldar seg til eisini. Tí sum er, so hava tey bara bláa og hvíta andlitsmáling.

 

Tey sum melda seg til bussferðina úr Klaksvík via Leirvík/Gøtu fáa nærri at vita um klokkutíðirnar tíðliga í morgin.

 

Giza FF boðar frá at farið verður av Skálatrøð klokkan 17.15, og at túrurin kostar 100 krónur pr. persón. Tað ber til at melda seg til busstúrin hjá Giza FF á telefonnr. 737425, ella við at melda seg til á vangamyndini hjá Giza FF á Facebook.