Vit fáa ikki øll eins góðar fortreytir/grundarlag/lívsmøguleikar sum tey vælbjargaðu í samfelagsligum høpi innan rikna familju, vina og kenningarpolitikin í dag. Vit fáa ikki øll eina rættvísa viðferð av avgreiðslufólki hjá tí almenna, landi, kommunu, privata, ríkið, í dagligum gerðarmálum, tá vit skulu greiða skyldurnar. Vit uppliva diskriminatión, mótvegis viðskiftafólki, tá ið munur verður framdur av høgum/lágum í samfelagsligum høpi ein finst harðliga at í lesarabrøvum. Vit vera ikki øll góðkend og virðismett eins úti í øllum skipaðum lívsviðurskiftum, og tí dagliga gerandislívi, í øllum landinum hvat í øllum verður gjørt greitt.
Vit eru ikki øll eins fyri teimum galdandi lóggávum, skipanum, mannagongdum, rættindum, skyldum, innan áðurnevndu, ein ger vart við í bløðum og túnatosi.
Vit fáa ikki skipað føroyska rættartrygd og rættarsamfelag, ið donskum ríkisfelagsskapi, sum støðan í dag er mótvegis teimum minni mentu og veiku. Vit røkja ikki øll okkara samfelagsskyldur mótvegis okkara medmenniskjum í tí dagliga arbeiði og gerandislívinum.
Vit skulu koma øllum tí skipaða stættarmuni til lívs hvat ein kemur í lesarabrøvum og í túnatosi millum manna og úti á kjakfundum tá ein fær orðið.
Vit kunnu øll læra av lívsroyndum hjá hvørjum øðrum við atliti til skipaða stættarmunin í Føroyum.