Á hátíðarhaldinum í Norðdepli, nú bygdin fer at fylla 150 ár, verður eitt sera forvitnisligt tiltak leygardagin, 27. august. Hetta er tiltakið, sum rópt verður ”blíðskapur”, har høvi verður at vitja innar hjá fólki í bygdini.
- Vit hava altíð hoyrt um, hvussu blíð fólk vóru, tá bygdin hátíðarhelt sín 100 ára dag fyri 50 árum síðan. Tá vóru hvørki tunlar, ei heldur byrging um Hvannasund, og tí mátti komast til bygdar antin í báti ella til gongu.
Veronika Petersen, sum er í nevndini aftan fyri hátíðarhaldið, sigur, at fólk í bygdini eru spent og glað um, at ”blíðskapur” beinleiðis er ein partur av skránni.
- Onkur hevur skemtandi sagt, at tey eru ”noydd” at verða við, tí vit hava sett hetta í skránna, men eg haldi, at hetta er eitt genialt tiltak.
Hon vísir á, at fólk í Norðdepli eru blíð og fyrikomandi, og hon væntar, at hetta verður ógvuliga stuttligt, hugnaligt og gevandi.
- Tiltakið ”blíðskapur” er lagt seint seinnapartin leygardagin, 27. august, soleiðis at fólk í bygdini eisini hava høvi at vera úti og luttaka í teimum tiltøkum, sum annars eru á skrá, sigur Veronika Petersen.










