- Samstarvið í Samtak er fyrimyndarligt. Hetta er ein sterkur felagsskapur, ið hevur sum endamál at ssmansjóða føroysk fakfeløg.
Tað sigur Føroya Fiskimannafelag í síni ársfrágreiðing, sum varð løgd fram á landsfundi í gjár.
Lagt verður aftrat, at Samtak er ein týðandi leikari, nú fakfelagsrørslan fer í herna móti gongdini, har arbeiðsgevarar - reiðarar íroknaðir - í alsamt størri mun royna at leita sær bíligari arbeiðsmegi uttaneftir.
- Á evropeiska meginlandinum, eitt nú í Danmark og øðrum ES-londum, hevur fakfelagsrørslan ikki reagerað upp á hesa gongdina í nóg góðari tíð og staðið ssman móti gongdini. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit her heima ikki gera sama mistak.
Tað er vónin hjá fakfeløgunum, sum eru partur av Samtaki, at øll arbeiðstakarafeløgini í privata arbeiðsmarknaðinum innan alt ov langa tíð eru savnað í hesum felagsskapi.
- Samtak tekur sær av yvirskipaðum málum fyri Fiskimannafelagið, samskiftir við myndugleikar og er hoyringspartur, tá almenn mál og ætlanir, sum viðvíkja feløgunum í felagsskapinum, verða send til hoyringar.
Føroya Fiskimannafelag heldur tað vera púra vist, at teir heilt stóru bardagarnir, har týdningurin av skipaðum samanhaldi millum fakfeløgini av álvara fer at koma til sjóndar, liggja fyri framman.