Nógvir danir hava undrast á og hildið tað vera skeivt, at løgreglan kannar kærur um framferðina hjá løgreglufólki. Millum annað hava fólk ført fram, at hetta setir spurnartekin við rættartrygdina.
Nú hevur Brian Mikkelsen, løgmálaráðharri, tikið atfinningarnar til eftirtektar, og úrslitið er eitt lógaruppskot um at skipa ein nýggjan myndugleika, sum skal viðgera kærur um løgreglufólk.
Eftir núverandi skipanini eru tað statsadvokatarnir, sum viðgera kærur um løgreglufólk, og sum standa fyri kanningunum.