VENJING
Kl. 20.10 fekk alarmsentralurin boð um, at ein vanlukka var hend í Kollafjarðartunnilinum. Miðskeiðis í tunnilinum hevði bussur á veg norðureftir rent frontalt saman við einum persónbili á veg suðureftir. Ein annar bilur, somuleiðis við kós suðureftir, rendi í bilin frammanfyri, sum varð árendur av bussinum.
Tunnilin fyltist skjótt við royki, og hetta gjørdi, at við norðara tunnilsmunnan rendur tveir bilar saman ? báðir á veg suðureftir.
Sostatt var katastrofan hend. Í hesum førinum var katastrofan bert ein venjing, men tað kundi verið veruleiki, og nú var at gera júst sum um, at vanlukkan veruliga var hend, og persónar vóru komnir til skaðis.
Venjingin hóskvøldið var partur av tilbúgvingarætlanini fyri Kollafjarðatunnilin. Landsverkfrøðingurin, ið hevur ábyrgdina av tunnilinum og trygdini í tunnilinum, skipaði fyri venjingini saman við RM-Gruppen, sum er ein donsk ráðgevingar fyritøka á trygdarøkinum.
Allir partar av tilbúgvingini vóru við í venjingini, t.e. sløkkilið, løgreglan, sjúkraverk, bjargingarfeløg osfr. Ilt er at meta um, hvussu nógv fólk vóru við á bjargingarsíðuni, men talið var í øllum førum omanfyri hálvthundrað.
Samanlagt vóru fjøruti fólk við í vannlukkuni. Fimm doyðu á staðnum, og tey vóru spæld av dukkum. Afturat teimum vóru 35 figurantar, sum vóru í bussinum og í teimum ymsu bilunum. Millum teirra vóru nøkur, sum ikki vóru komin til skaðis, men bert vóru á staðnum av tilvild.
Allir figurantarnir fingu hvør sítt kort, har tað stóð, hvat bagdi teimum. Eisini fingu tey vegleiðing um, hvussu teirra atburður skuldi vera. Tað skal eisini sigast, at fleiri av figurantunum vístu rættir dygdir í leiklutunum, sum sjúk, deyð, í ørviti og hvat tey annars nú vóru.
Á kunningarfundi áðrenn venjingina varð greitt frá, at venjingin ikki sum so leitaði eftir einari ?succes?. Roynt varð eisini at yvirbelasta skipanina, soleiðis at allir partar fingu meira enn nokk at gera. Venjingin skuldi vísa og finna styrki og veikleikar í allari tilbúgvingini.
Í eldin
Sum nevnt kemur fráboðanin til alarmsentralin kl. 20.10. Úr bussinum við øllum eygleiðarunum kunnu vit síggja, at kl. 10.17 fer ljósið í tunnilinum.
Kl. 20.23 kemur tann fyrsti bilurin á staði. Talan er um bil frá Tórshavnar sløkkiliði, ið er fyrstur á staði. Eldur er nevniliga komin í bussin og bilin, sum hann rendi á. Í einum samanstoyti millum buss og bil, so er tað skjótt, at bilurin verður tann minni, og fólkini í bilinum, spæld av dukkum, eru farin av hesi verð.
Síðani koma bilar frá løgreglu, sløkkiliði og sjúkrahúsinum. Spælið er sett ígongd, og nú kunnu teir mongu eygleiðararnir fylgja við, hvussu leikur fer, tá ein vanlukkan hendir, og bjargingin skal setast í verk.
Tú sannar meira og meira, at hetta er álvarsleikur, hóast teir mongu gestirnir fáa stemningin at virka meira róligan. Í einari tílíkari støðu skulu nógvar eindir passa saman. Tað gongur skjótt fyri seg, og tað kann lættliga enda við, at vinstrahond ikki veit, hvat høgrahond ger.
Tað fyrsta vit møta inni í tunnilin ein kilometur ella so frá sunnara endanum er grátur. Ein kona, ið hevur verið við bussinum, er frá sær sjálvari. Hon grætur, er ørkymla og skuggar veruleikan. Hetta er so eitt, sum hendir, tá vanlukkur henda.
Tey løstaðu og tey meira ella minni deyðu verða borin og løgd við síðuna av hvørjum øðrum nakað frá bussinum. Øll eru tey illa fyri.
?Skal eg so bara liggja her, segði ein vælspælandi figurantur, og bjargingarfólkini høvdu sítt at síggja til við at sissa hana og onnur.
Støðan tykist hjálparleys.
Sjúkrabilar og bilar hjá sløkkiliðnum koyra tey løstaðu úr tunnilinum. Farið verður ikki beinleiðis á sjúkrahúsið. M.a. orsakað av vandanum fyri, at bussurin kann eksplodera. Eisini vildi hesin fluttningurin tikið rættiliga langa tíð, og orka hjá ambulansufólkunum vildi verið nógv skerd.
Tey løstaðu verða tí heldur flutt út úr tunnilinum á eitt sokallað skaðastað. Har skal so ein lækni meta um, hvørji fyrst skulu á sjúkrahúsið og hvørji kunnu bíða. Kl. 21.49, t.e. hálvurannar tími eftir alarmin fer tann fyrsti sjúkrabilurin úr Kaldbaksbotni til Landssjúkrahúsið.
Ætlanin var at hava eina tyrlu til at flyta sjúklingar á Landssjúkrahúsið, men av einari ónevndari orsøk kundi hendan ikki koma.
Allastaðni inni tunnilin eru fólk. Sæð burtur frá øllum gestunum arbeiða allar eindir av øllum alvi fyri at bjarga teimum skaddu. Bussurin verður rímiliga skjótt tómtur, men stórar uppgávur eru eftir. Nógv rokan er, og samskifti millum eindirnar skal eisini rigga.
?Tú ert óførtur, ljóðar tað frá einum hjálpara til ein sjúkling. Teir flestu sjúklingarnir liggja á børum og vita hvørki frá ella til. Ein stórur innsatsur skal eisini til fyri at tosa við hesi og fáa tey at skilja støðuna og vera rólig.
Eisini sløkkilið hevur meira enn sítt at síggja til. Teir mugu hjálpa ambulansu, tí kapasiteturin hjá teimum er heldur ikki nóg stórur, men hetta eru teir vanir við.
Eftirmeting
Jógvan Jensen, innsatsleiðari fyri Ambulansutænastuna, sigur, at teir høvdu umbiðið ein sjúkrabil, men hesin kundi ikki koma, og hetta seinkaði teimum heilt nógv, tí tyrlan kann flúgva skjótt við fleiri sjúklingum. Tó vísti venjingin ikki, at nakar doyði orsakað av seinkaðum fluttningi.
?Í tílíkum støðum og við okkara kapasiteti og umstøðum, so vil ein bíðitíð í tílíkum vanlukkustøðum altíð koma fyri. Hendan bíðitíðin virkar altíð ógvuliga drúgv, sigur Jógvan Jensen.
Fleiri av figurantunum høvdu hug at finnast á, at bíðitíðin var so drúgv, tí kalt var í veðrinum. Eisini varð funnist at teirri vantandi sálarhjálpini.
Fyrireikararnir og venjingardómararnir hava hildið ein eftirmetingarfund, og innan leingi verður ein frágreiðing skrivað.