Skipaði viðurskifti – tað er alt, harra løgmaður

Góði løgmaður

Tú tykist ikki sørt firtin í viðmerking tíni til lesarabræv mítt. Tað var als ikki ætlanin at stoyta teg, eg vildi bara minna teg á eitt lyfti tit góvu áðrenn valið, og beint eftir valið viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi.

Okkum varð lovað, at tað skuldi gerast undir skipaðum viðurskiftum. Tað kann vera, at tit tóku feil, tá ið tit lovaðu hetta. Kanska vistu tit ikki, hvat tit lovaðu. Ella kann tað vera, at tit lovaðu hetta, so fakfeløgini tagdu upp undir valið.

Eg veit tað ikki – men lyftir vóru givin – sum ikki vísa seg at halda, tí varð ein viðmerking skrivað týsdagin, og tí haldi eg, at tú skalt fáa hetta svar.

Skipaði viðurskifti

Tað einasta fakfeløgini hava eftirlýst viðvíkjandi spurninginum um útlendska arbeiðsmegi eru skipaði viðurskifti. Tað eru tit – tann politiski myndugeikin - sum kunna gera hetta. Fakfeløg gera sínámillum sáttmálar við arbeiðsgevarar, vit hava ikki lóggávu myndugleika.

Vit halda heldur ikki, at tað er ov nógv at krevja, at einstakir bólkar ikki hava framíhjárættindi til arbeiði. T.v.s. at teir føroyingar og teir útlendingar, ið væntandi skulu arbeiða lið um lið, fáa somu rættindi.

Fastlønarsáttmáli

Tá ið víst verður á bræv frá formanninum í arbeiðsgevarafelagnum um, at tey binda seg til eina tilgongd viðvíkjandi fastlønarsáttmála – so vil eg bara viðmerkja, at handa tilsøgnin, er ikki annað enn eitt ætlanarskriv. Tilsøgnin er ikki bindandi á nakran hátt, og tað kann vísa seg at vera ein trupulleiki.

Framíhjárætturin er ikki uppstaðin av sáttmálum. Framíhjárætturin er uppstaðin av lóggávuarbeiðnum, sum politiski myndugleikin hevur framt.

Tað eru tit, sum í lóggávuarbeiðnum geva nøkrum fólkum - í hesum føri útlendskari arbeiðsmeg eini rættindi - og so restina av arbeiðsmegini – tvs føroyingum ongi rættindi. (Eg haldi tað er rætt, at fólk eru tryggjaði nøkur rættindi - so sum at kunna forsyrgja sær sjálvum – tað skulu bara ikki vera framíhjárættindi, sum ganga út yvir føroyska arbeiðsmegina.)

Tú hevur rætt í, at frægast hevði verið, at fingið ein ordiligan fastlønarsáttmála – spurningurin hevur leingi verið frammi, og er umrøddur undir sáttmálasamráðingum.

Fyri einum árið síðani (tá ið 3 ára sáttmáli var gjørdur) vóru so grundleggjandi ósemjur um, hvørjar meginreglur skulu liggja til grund fyri fastlønarsáttmálanum, at vónleyst var at fara víðari í spurninginum.

Um viðurskiftini eru broytt hetta seinasta árið veit eg ikki – sambært almennum úttalilsum hjá landsins stórsta arbeiðsgevara, so kemur tað ikki upp á tal at gera fastlønarsáttmála.

Fiskavirkisskipanin

Í fiskavinnuni í Danmark er tað A-kassin, sum borgar fyri, at flakafólk eru fastlønt.

Tá ið einki arbeiði er á fiskavirkjunum í dk, so verða arbeiðsfólkini send heim, og A-kassin rindar lønarískoyti, sum er 90% av vanligu lønini – t.v.s. vikulønin er tá um 3600 kr.

Hevur ein persónur forvunnið 1000 kr í tí vikuni, so rindar A-kassin 2600 kr, hevur ein persónur forvunnið 2000 kr, so rindar A-kassin 1600 kr, hevur persónurin forvunnið 0 kr, so rindar A-kassin 3600 kr. A-kassin kann nýtast í 30 vikur í eitt 2 ára skeið, og fólk eru at rokna sum tøk, tá ið tey fáa lønarískoyti úr A-kassanum.

Í Føroyum hava vit fiskavirkisskipanina hjá ALS, sum í mesta lagi gevur 2300 kr um vikuna. Nógv fáa munandi minnið, tí útrokningargrundarlagið, tá ið tey fáa fyrstu ferð úr skipanini er ikki nóg gott. Fólkini í fiskavirkisskipanini eru bundin at sínum arbeiðsgevara, og eru ikki tøk.

Framíhjárættur

Eg vóni harra løgmaður, at tú hevur eina back up ætlan, um samráðingarnar við arbeiðsgevararnar um fastlønarskipan ikki bera á mál, tí spurningin um framíhjárættin hava tit skapt.

Megna fakfeløgini ikki at fáa loysnirnar, so eru tað tit, ið mugu borðreiða við teimum, tí tað eru tit, sum skapa framíhjárættin - so einfalt er tað.

Eg hevði vónað, at eg kundi skrivað, at loysnin um útlendsku arbeiðsmegina lá í hondunum á arbeiðsgevarunum, men teir eru ikki bundnir á nakran hátt.

Tit hava ikki treytað tykkum tað í lógini, ið nú liggur í løgtinginum, at sáttmálar skulu gerast, sum tryggja bæði føroyingum og útlendingum, áðrenn latið verður meir upp. Tí kenna arbeiðsgevararnir ikki stórvegis trýst á sær, nú samráðast skal um fastlønarsáttmála í fiskavinnuni.

Tú tosar um longu tilgongdina í útlendingamálinum. Spell at tíðin hetta seinasta árið síðani grein 9a kom fram ikki var nýtt til at smíða fylgilógir og møguliga at hugsa øðrvísi á økinum. Við at gera tingini røtt frá byrjan kann sleppast undan fleiri av klassisku brotunum á lógir, sáttmálar og faklig rættindi.

Tað eru ikki fakfeløgini, ið skulu lastast fyri, at arbeiðsmarknaðurin ikki er latin upp. Tað einasta vit hava biði um er, at tað verður undir skipaðum viðurskiftum.

Endaviðmerkingar

Annars hevur tú – harra løgmaður – hug at fýlast á mítt »gleps«, sum tú nevnir viðmerkingina – og tú biður um arbeiðsfrið. So leingi vit hava skrivi- og talufrælsi, so ætli eg at nýta høvi at tala og tala at! Hetta serliga, tá ið tað viðkemur viðurskiftunum hjá løntakarunum, sum eru limir í Samtak.

Sum ovasti politiski myndugleikin eigur tú at tola, at mál, ið tit arbeiða við, verða viðgjørd, og at tað verður kjakast um tey í almenna rúminum.

Tann dagin, tú ikki tolir, at spurnartekin verða sett við málini, og tann dagin, tú ikki tolir, at vit kjakast um spurningarnar – tann dagin er hóskandi at gevast í politikki, um tú virkar í einum samfelagið, sum byggir á fólkaræðiligar meginreglur.

Yvir til tygara – harra løgmaður