Skipaði kriminaliteturin stjelur íbúðirnar frá teimum foreldraleysu

Í Russlandi eru umleið 700.000 heimleysir ungdómar. Hetta er eitt syndarligt tal, sum alsamt veksur. Lívið hjá teimum einstøku heimleysu, er ymiskt. Nøkur hava ongastaðni at verða, meðan onnur eiga eitt pláss á onkrum barnaheimi


Seinastu tvey árini hevur hjálp verið veitt úr Føroyum, til 720 av hesum ungdómunum. Hesir ungdómarnir búgva á fimm ymiskum barnaheimum. Hjálpin verður samskipað gjøgnum føroyska felagskapin Umsorgan.
 
Tað er ikki nøkur løtt uppgáva at náa fram til tey heimleysu í Russlandi. Eitt er at finna fram til tey heimleysu sum halda til niðri við høvuðstokstøðina í Moskva. Men hvussu koma vit inn á tey statsriknu heimini? Og hvussu sleppa vit at hjálpa børnunum og siga teimum frá Jesusi og greiða teimum frá frelsuni?
 
Tað letur seg ikki gera, uttan við góðari hjálp frá russiskum privatpersónum, starvsfólki og leiðslu á teimum ymisku heimunum og frá leiðslunum innanfyri tey sosialu økini.
 
Hvat gera vit?
Fyrst og fremst veita vit fíggjarligan stuðul. Stuðulin verður brúktur til klæðir, skógvar, vitaminir, tannkrem, skúlating og mangt annað, sum heimini ongantíð eiga nóg mikið av.
 
Nógvir bíbliutímar verða hildnir saman við børnunum, har tey hoyra evangeliið um Jesus og læra at taka andaligar avgerðir hvønn dag. Vit biðja saman við børnunum og svara teirra spurningum.
 
Av tí at vit eru vorðin ein partur av skipanini fyri heimleys á nøkrum av barnaheimunum, síggja vit mangan hvussu nógv børn fara ígjøgnum svárar sorgarleikir og royndir í teirra unga lívi. Vit bjóða bíbilska vegleiðing til teirra sum hava verið gjøgnum ræðuligar royndir og bera sálarlig og likamlig sár eftir upplivingar tey hava verið ígjøgnum
 
Útferðir verða gjørdar út í skógin saman við teimum. Endamálið er at hava tað stuttligt saman. Har verður grillað og spælt og sungið. Hesar útferðirnar eru av alstórum týdningi, tí lívið hjá teimum er annars grátt og keðiligt. Men hesar útferðirnar lýsa upp í teirra dagligdegi.
 
Vit læra tey ymiskt um gerandisdagin. Fleiri vita ikki hvussu ein døgurði verður tilgjørdur. Fleiri hava ongantíð verið hjá frisør. Alt hetta gera vit saman við teimum í vónini um, at tað fer at hjálpa teimum at duga betur at laga seg eftir tí veruliga lívinum, tá tey skulu úr heimunum og standa á egnum beinum.
 
Tey eldru børnini
 
Vit bjóða teimum eldru børnunum  sum ikki longur búgva á barnaheimunum  at vera við til øll tiltøkini vit skipa fyri, sum til dømis nýggjársveitslur, grilla og sovorðið. Vit royna at fáa tey at vera við í umvælingararbeiðunum, at læra tey at tæna øðrum og ikki bara lata onnur tæna sær. Vit kenna hesi børnini og royna at hjálpa teimum at gerast vaksin og læra tey at hjálpa øðrum.
Beint nú hava vit sett fimm fyrrverandi barnaheimsbørn í ymisk umvælingararbeiðir. Soleiðis læra tey at arbeiða, og tað sum er mest umráðandi: Tey læra teir grundleggjandi arbeiðsvanarnar, sum til dømis, ábyrgd og áhaldni  og verða í allar mátar meiri stinn.
 
Í 2005 eydnaðist okkum at gera fimm rúm í tí eina barnaheiminum, til børn við ymiskum likamligum ella sálarligum tørvi. Hesi rúmini verða bara brúkt av okkum. Eingin annar hevur atgongd til hesi rúmini, heldur ikki leiðslurnar á barnaheimunum. Soleiðis ljóðar tann avtalan.
 
Eg eri ikki í iva um at hetta er tann mest tørvandi parturin í tí Russiska samfelagnum, samstundis sum hetta eisini er tann mest vanrøktaði parturin, saman við fangunum sum sita í fangahúsi. Hetta er við øðrum orðum, ein lívsneyðug tænasta hjá okkum trúgvandi at gera, ella vera við til at stuðla.
 
Sambært myndugleikunum útvega teir hvørjum einstøkum barni sín egna verja, men hetta er bara tóm løgfrøði, í veruleikanum eru tey púra einsamøll.
 
Nøkur koma hvønn sunnudag á møti í okkara lítlu samkomu, sum vit byrjaðu síðsta summar. Møtini verða hildin í leigaðum hølum norðanfyri Moskva. Har fáa tey bæði andaliga og tímiliga hjálp. Tey fáa klæðir, mat og annað.
 
Nøkur fáa eitt lítið krónutal at keypa sær mat fyri gjøgnum vikuna og hesi verða eisini ráðførd í sambandi við arbeiði og í teimum vanligu lívsviðurskiftunum. Tey eiga einki, tá tey fara út í lívið og mangla sostatt alt. Í flestum førum hava tey eitt kamar, sum staturin útvegar teimum, ella onkra lítla íbúð, sum foreldrini hava latið eftir seg, men hesi støðini eru mangan í so ringum standi, at eingin møguleiki er at lívbjarga sær har  ongar hurðar, brotin vindeygu, eingin streymur. So hasar íbúðirnar eru sum so bara til á pappírinum, men ikki til nakra hjálp. Har hjálpa vit børnunum við umvælingum og øðrum.
 
Skipaði kriminaliteturin
 
Mangan síggja vit hvussu tann skipaði kriminaliteturin roynir at stjala íbúðirnar frá teimum foreldraleysu børnunum. Tí, lógliga hava tey fulla ábyrgd av sínum handlingum, og av tí at fleiri av teimum ikki kenna tað veruliga virðið ein íbúð stendur í, kunnu tey finna uppá at selja íbúðina fyri ein prís, sum bara er ein brotpartur av veruliga virðinum. Tey kriminellu eru væl vitandi um hetta her, so tey royna at fylgja teimum foreldraleysu upp, tá tey flyta úr heimunum. Ymiskir mátar verða brúktir  vanligast er tó alkohol og konufólk  tey skeinkja børnini full og fáa tey tey síðani at skriva undir keypssáttmálarnar. Lógarskipanin hevur ongan myndugleika her. Sosialráðgevararnir tora einki at gera. Politiið og dómsvaldið eru bangin og halda seg langt burtur. Vit eru eisini bangin, men vit noyðast at grýpa inn, og tað gera vit eisini. Seinast vit vóru har yviri eydnaðist okkum at taka tríggjar íbúðir, sum annars høvdu fallið í skeivar hendur.
 
Okkara arbeiði á hesum umráðnum er at ávara tey um vandan og verja tey. Hvørt einstakt barn fær sína persónligu vegleiðing, eftir hvussu tað er fyri sálarliga og likamliga.
 
Lívið hjá teimum, aftaná at tey eru flutt út úr barnaheimunum er ein stórur hurlivasi. Og tað er okkara uppgáva at gera nakað á tí økinum
 
Vituliga eru vit langt frá peningaliga før fyri at møta teimum likamligu krøvunum børnini hava. Og tað er ikki at gera av, tá eg sigi, at teimum tørvar alt. Vanliga eiga tey ikki so mikið sum eini undirklæðir at fara í innanundir.
 
Uttandura tiltøk, sum til dømis at fara saman at hyggja eftir einum fótbóltsdysti, ella gera eina útferð ella at skemta sær saman, hava tey ongan møguleika til. Tey hava ongar av hesum møguleikunum nú. Lívið er grátt og keðiligt.
 
Ætlan okkara er at víðka um arbeiði okkara, so vit kunnu røkka inn í fleiri barnaheim, at fylgja børnunum upp, fáa tey inn í samkomur, sum serliga skulu stovnast fyri teirra skuld. Samkomur sum ikki bara eru møtir og talur, men veruliga røkka alt likamið og hjálpa so fjølbroytt og væl sum nú einaferð ber til.
 
Akkurát hetta arbeiðið er tað týdningarmesta av øllum. Tí um hjálpin ikki røkkur longur enn til tey smæstu, missa vit tey tá tey eru komin upp í í tannárini. Og so veit eingin, hvat ið verður av teimum, tá tey einsamøll fara út í lívið. Øll lutvís hjálp er sjálvandi av størsta virði fyri Gudi og menniskjum, men skulu vit síggja arbeiðið vaksa í stødd og ikki bara í vídd, mugu vit fylgja teimum ungu upp. Í dag eru tað longu nøkur ung, fyrst í tjugunum, sum trúfast eru við í arbeiðinum í tí eina barnaheiminum fyri at hjálpa teimum yngru, teimum frá 6 ára aldri og uppeftir.
 
Men er hetta ikki eisini akkurát tað, sum Bíblian sigur vit skulu gera? Vit skulu ikki bara prædika fyri teimum, men gera tað, sum hevur nógv størri pláss í Bíbliuni  fylgja teimum upp, líka til tey eru før fyri at standa á egnum beinum. Líka til tey eru før fyri at veita øðrum sína hjálp. Men tað er ikki so lætt sum bara at prædika, tí ein prædika krevur ikki tað stóra ofrið, men at fylgja einum menniskja allan vegin upp gjøgnum lívið - at elska tað - tað krevur alt! Tí tað krevur at vit geva teimum okkara evnir, okkara huga, okkara tankar, okkara ognir, okkara tíð, okkara orku, ...vit mugu ofra okkum fyri tey. Men har liggur eisini allur ávøksturin goymdur.
 
Vit eru Gudi ómetaliga takksom fyri at Hann letur okkum síggja so stóran ávøkstur av arbeiðinum.
 
Hesin akurin er ómetaliga stórur, men møguleikarnir eru eisini ómetaliga stórir og nógvar dyr standa beint nú opnar fyri hesum arbeiði, bæði í Moskva og eysturi í Sibiriu.
 
Og av tí at hetta er ein andalig tænasta millum foreldraleys børn í Russlandi, kunnu vit í Jesu navni boða einum nýggjum ættarliði av russiskum børnum vón. Tí brúka vit eisini navnið Generation of hope uttanfyri Føroyar.
 
(í kassa)
____________________________________________________________________
 
Hvussu tú kanst stuðla fíggjarliga
Tá talan er um at stuðla einum andaligum arbeiði, verður mangan spurt: "Hvat er ein hóskandi upphædd at stuðla við?" Til handan spurningin er at siga: "Stuðla við upphæddini sum Gud leggur tær á hjarta!"
 
Í løtuni flytir Umsorgan 19.000 krónur yvir til Russlands um mánaðin. Og av tí at pengarnir eru umleið fýra ferðir so nógv verdir har, kunnu vit keypa líka nógva vøru fyri 19.000 har, sum vit høvdu fingið fyri 76.000 krónur her. So líka mikið hvørja upphædd tú setur tær fyri at stuðla við, skalt tú vita, at teir eru fýra ferðir so nógv verdir, tá teir koma fram.
 
Allur fíggjarligur stuðul til arbeiðið, skal flytast inn á hesa kontuna:
 
Suðuroyar Sparikassi: ..... 9870 - 102.156.8
 
Innkomin peningur verður hvønn mánaða fluttur beinleiðis til arbeiðið millum heimleys børn í Russlandi. Av tí at vit arbeiða sjálvstøðugt, og ikki eru bundin at nøkrum felagskapi, og av tí at vit gjalda fyri allar útreiðslur sjálvi, kunnu vit gleðast um, at einki verður nortið við tær einstøku gávurnar, men at allur innkomni peningurin kemur 100% til arbeiðið millum tey 720 børnini vit arbeiða fyri.
 
Vitja heimasíðuna www.umsorgan.org Har eru fleiri upplýsingar og myndir frá arbeiðinum.