Fæst tú við film, eigur tú at seta kross í kalendaran týsdagin 11. desember klokkan 15 til 18. Tá verður áhugaverd verkstova í Norðurlandahúsinum um møguleikar og tilboð uttanlands, sum føroysk filmsfólk kunnu fáa gleði av.
Tað er Klippfisk, sum í samstarvi við Det Danske Filminstitut og Norðurlandahúsið skipar fyri verkstovuni.
Á verkstovuni verða framløgur og kunning frá umboðum fyri Det Danske Filminstitut, sí www.dfi.dk. Tað verða Steffen Andersen-Møller, økisstjóri, og Noemi Ferrer Schwen, altjóða framleiðari, sum umrøða eitt framtíðar samstarv millum føroyska filmsumhvørvið og Det Danske Filminstitut og møguleikar fyri føroysk filmsfólk í hesum sambandi. Spurningar um eitt nú marknaðarføring, fígging, útbreiðslu og luttøku á filmfestivalum verða viðgjørdir. Eisini ber til hjá luttakarunum at seta spurningar.
Verkstovan verður hildin í Norðurlandahúsinum, og hon byrjar klokkan 15.00 og endar klokkan 18.00. Luttakararnir fáa nátturða, sum Norðurlandahúsið bjóðar.
Klokkan 19 sama kvøld er árliga framsýningin av føroyskum filmum, ið eru framleiddir seinasta árið. Harumframt verða fyri fyrstu ferð latnar virðislønir, sum Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna standa fyri.
Verkstovan er ætlað øllum, sum fáast við film, og tað er ókeypis at luttaka.









