Leygarmorgunin verður skipað fyri stórari leiting eftir Rana í Billustovu, sum ikki er funnin aftur eftir syndarigu ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði leygardagin
– Leygarmorgunin klokkan 9:30 fara vit við bátum úr Fuglafirði at leita. Vit byrja her á Fuglafirði og flyta okkum út í Djúpini. Klaksvíksbátar verða við í leitingini og byrja teir suðuri við Gøtunes og ætla at leita norðureftir og møtast vit so við teimum í Djúpunum og halda fram norðureftir.
Soleiðis greiðir Jón Nolsøe frá í boðum, sum eru deild á Facebook í kvøld
– Um fólk úr øðrum bygdum vilja hjálpa til at víðka um leitingina, eru tit meira enn vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Eg fari á henda hátt at biðja tykkum, sum kunna brúka leygardagin ella part av degnum til hetta, um at koma við at hjálpa, antin við báti ella til "útkikk", sigur Jón Nolsøe, sum samstundis heitir á fólk, um møguligt, at taka kikara og bjargingarvest við.
– Um tit hava onkran spurning, eru tit vælkomin at seta spurningar á Facebook ella ringja til mín á 225475, sigur hann.
Jón Nolsøe leggur afturat, nú so mong gera vart við seg, at tey kunnu víðka leitingina, soleiðis at tey, sum ikki koma umborð á bátarnar, kunnu ganga í fjøruni, bæði suður og norðureftir...
TRÝST HER fyri at síggja fleiri myndir