Enn einaferð verður skipað fyri steypadansi í samband við hondbóltsdystirnar, ið verða spældir leygardagin.
Tað er Rex steypið, ið verður latið vinnarunum leygardagin, og tí verður skipað fyri tí sokallaða steypadansinum í dansistaðnum Rex leygarkvøldið.
Tað er eingin annar enn livebólkurin Chill, sum fer at spæla bæði nýggj og eldri løg. Bólkurin er mannaður av kendu tónleikarunum Torkil, Høgna, Jens Tummasi og Hans.
Steypadansurin byrjar á midnátt leygarkvøldið.