Skipa fyri pakkaferðum til Føroya

Thomas Cook eitur høvuðssponsorurin hjá Manchester City

Hetta sama felagið skipar fyri pakkaferðum til Føroya fyri viðhaldsfólk hjá Manchester City, sum hava árskort til allar Premier League dystir á City of Manchester leikvøllinum. Thomas Cook bjóðar eina pakkaferð á tveir dagar, sum er frá mikudegi 16. juli til fríggjadagin 18. juli. Í pakkaferðini er flogferðaseðil Manchester-Kastrup-Vágar og aftur, 2 nætur á einum gistingarhúsi, sum bjóðar Bed & Breakfast. Bussflutningur til og frá flogvøllinum, og atgongumerkið til dystin millum EB/Streym og Manchester City. Prísurin er 885 bretsk pund.