Undir herrópinum: - Kom og lær, hvat skal til fyri at blíva ein veruliga góður hondbóltsleikari, bjóðar Hondbóltsamband Føroya ungum hondbóltsúrmælingum úr øllum landinum at melda seg til eitt "hondbóltsnám", sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, hósdagin 27. desember, fríggjadagin 28. desember og leygardagin 29. desember.
Talan er um eitt tilboð til hondbóltsúrmælingar í árgangunum 1994, 1995 og 1996 bæði dreingir og gentur. Pláss er fyri 30 luttakarum. Tilmeldingin fer fram á hsf.fo. Seinasta freist at melda seg til er mikudagin 5. desember 2012.
Tað verða Kári Nielsen, Bogi Henriksen og Birgir Hansen, sum koma at standa fyri hondbóltsnáminum. Fyrilestrar frá fakfólkum verða eisini á skránni.
Undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Birgir Hansen, har hann greiðir frá hvussu hondbóltsnámi er skipað.