Í sendingini "Sjóðteim", sum var á Rás2 fyrrapartin ringdi verturin, Hilmar Jan Hansen til Róin Schrøter í Hvalba fyri at frætta meir um fólkafundin, sum verður á Toppinum í Lítlu Dímun í mai.
- Flogið verur úr Hvalba við tyrluni hjá Atlantic Airways, og av tí at Lítla Dímun sum einasta oyggj í Føroyum, har føroyska veðrið má ráða nær komast kann til oynna, eru avsettir allir tórsdagar (hósdagar) og leygardagar í mai 2018. Fyrsta av hesum døgunum, har veðrið er gott, verður fólkafundurin settur á skrá.
Magni Arge, fólkatingsmaður verður høvuðsrøðari og Tórshavnar Manskór ferð at framføra, felagssangir verða, og væntandi verður endað við einum kvæði, greiðir Róin Schrøter frá.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Róin Schrøter í sendingini "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin í dag.