Sandoy: Fríggjakvøldið var fundur hildin í Frítíðardeplinum í Skálavík, við tí fyri eyga at samskipa øll tiltøkini í ferðavinnuni í summar.
Tað er onkutíð komið fyri, at fleiri av tiltøkunum í oynni fella um somu tíð. Hetta er eisini óheppið, tí tað ofta eru somu fólk, ið eru við ella skipa fyri.
- Ynskiligt hevði tí verið um sýslan onkusvegna kundi havt eina felagsskrá, har øll tiltøk vóru skrásett, so man til eini hvørja tíð kundi sæð nær ymsu tiltøkini eru, verður sagt úr Sandoyar Kunningarstovu og Frítíðardeplinum.
Tey eru tí heldur ikki í iva um, at hetta hevði verið ein stórur bati fyri sýsluna og hevði gjørt tað mikið lættari at planlagt ymiskt, ið hendir gjøgnum árið.