Skipað end­ur­menning

– Ein hornasteinur í al­mann­a­politikki er, at vit skulu stuðla tí ein­staka til størst møg­u­ligt sjálvbjargni. Til tess at røkka hesum mál­i­num er neyðugt at fáa størri fokus á end­ur­menningina, sigur Annika Olsen, lands­stýriskvinna, í við­merk­ing til útsagnir hjá eitt nú ergo- og fysi­o­ter­a­peu­t­um í samband við kjak­ið, ið hevur verið um broytingar innan eldra­økið.

Millum annað hev­ur hugskot verið frammi um at savna ter­a­peut­ar­nar í eina eind, til tess at fáa størri fokus á end­u­r­venjingina.

– Hetta hugskot er í tráð við tey fakligu álit um end­ur­menn­ing, sum áður eru hand­að lands­stýr­i­num, og tíð­in er kom­in, at vit nú fara víðari við ætlanini, leggur lands­stýr­is­kvinna afturat.

Fakfólk og borgarar hava í longri tíð víst á, at veit­­ing­ar og tæn­astur, sum borg­arin fær, ikki eru nóg væl skip­að­ar. Lands­stýr­is­kvinn­an í al­mann­a­mál­um ynskir tí sam­an við av­varð­andi pørt­um at fáa skipað end­ur­menn­ing­ina í Før­oy­um. End­a­mál­ið er at styrkja tæn­ast­una til tey, ið hava venjing og end­ur­menn­ing fyri neyð­ini.

Umráðandi er at styrkja tað tvørfakliga sam­­starv­ið, og fyrsta stig­ið varð tikið, tá játt­an­in á fíggjarlógini til end­ur­menn­ing varð savn­að í 2012.

Almannaverkið er síð­ani farið undir fyr­i­reik­ing­ar­nar at seta í verk eina lands­um­fev­n­andi tvør­fakliga end­ur­men­ning­ar­tæn­astu. Tæn­astan fevn­ir um allar borgarar – børn, vaks­in og eldri – sum hava tørv á at menna sjálvbjargni.

Í alt 6,8 mió. eru sett­ar av til end­ur­menn­ing á al­mann­a­øki­num í 2013, sig­ur Al­­mann­a­mál­a­ráð­ið í tíðindaskrivi.