Fyrst av øllum var felagið stovnað, við tí endamáli at samla motoráhugaðar føroyingar, greiðir Sofus Jacobsen, næstformaður frá. Tað hevur eisini verið at hoyrt fyrr, at um tey, sum hava »bensin í blóðnum« fáa høvi at blása tað út, halda tey seg frá alfaravegi. Og á tann hátt virkar eitt slíkt felag fyri ferðslutrygdini.
»Road-racing« er kappkoyring á vegi. Hann greiðir frá, at felagið plagar at leiga p-økið hjá Føroya Tele, ella okkurt havnaøki frá onkrari kommunu. Alt kann nýtast, bert um har er nóg mikið av plássi. Áhugi er fyri hesum í Føroyum, men størst undirtøka er innan motorcross.
Har vóru ikki nógvir limir í felagnum í byrjanini, men síðan virksemið er byrjað at umfata motorcross og ATV-koyring er limatalið vaksið nógv. Kappingar í hesum báðum verða hildnar í haganum, á sokallaðum »off-road« banum.
Halda framgongdini
Tess størri undirtøka, tess størri krøv. Limatalið er í dag um hundrað, men hevur tó verið yvir 300. Sofus Jacobsen metir orsøkina til minkingina vera, at nú eru fleiri onnur mc-feløg kring landið.
Frá at møtast undir heilt vanligum umstøðum, eru kappingarnar nú nógv betri fyriskipaðar. Í ár var álagt luttakarunum at melda seg til í góðari tíð, gjalda fyri luttøku og høvdu neyðugu trygdarútgerðina, ið umfatar meir enn einans hjálm og hanskar.
Tá kappingarnar verða hildnar, luttaka vanliga umleið tólv í road-racing og eini 10 í off-road kappingunum. Eisini verður skipað fyri ATV-junior kappingum, ið eru til børn undir 14 ár, her luttaka umleið trý, greiðir hann frá.