Skipaðar royndir eru upplagdar

- Friðingin av Føroyabanka í tíggju ár hevur sambært yvirlitstrolingum ikki víst nakra uppgongd í toskastovninum, sigur Bjarni Hammer.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður og framsøgumaður í fiskivinnumálum, vísir á, at Føroyabanki hevur verið stongdur í tíggju ár, uttan at yvirlitstrolingar hava víst nakra uppgongd við toskastovninum yvirhøvur.

 

- Eg haldi, at tíðin er komin at gera aðrar royndir, áðrenn vinnuligur fiskiskapur verður tikin uppaftur á Føroyabanka. Skipaðar royndir við línu eru upplagdar, men eg haldi eisini, at nakrar royndir við gørnum eiga at vera gjørdar, serliga eftir havtasku.

 

Bjarni Hammer vísir á, at toskur etur tosk, men havtaska etur eisini tosk. Tí hevði tað verið áhugavert at sæð býtislykilin teirra millum.

 

- Tað eru nógv ár síðan, at so nógvur toskur hevur verið veiddur á grunnunum, serliga innan fyri seks fjórðingar, sum hesa seinastu tíðina.

 

Løgtingsmaðurin heldur, at royndir við línu og gørnum uttan iva fara at hjálpa Havstovuni við hagtølum og rættari og kanska veruligum metingum.

 

- Allar ábendingar vísa á eina sera góða tilgongd av toski á grunnunum, og tølini tala. Tí vil tað vera undrunarvert, um ikki væl meiri av toski er á Føroyabanka enn verandi royndir frá yvirlitstrolinginum higartil hava víst.

 

Bjarni Hammer heldur, at aðrar og øðrvísið royndir kundu fingið staðfest, um nakað er í gitingunum, serliga frá fiskimonnum, um toskin á Føroyabanka.  

 

- Er toskurin komin aftur - ella er hann ikki? Eg vóni og hopi, at hann er! sigur løgtingsmaðurin og framsøgumaðurin í fiskivinnumálum.