? Sum so er ongin skipað leiting eftir Gudmundi Isfeldt nú, men vit fara aftur um aftur og hyggja á rekaplássum, sigur leiðarin á Sjóbjargingarstøðini.
Áttamannfarið Hella varð funnin sunnudagin og fingin upp týsdagin. Báturin verður nú kannaður av Skipaeftirlitinum, men Gudmund Isfeldt er ikki aftur í aftur komin.
Leiðarin á Sjóbjargingarstøðini heldur tað vera lítið sannlíkt, at Gudmund skal vera farin í gummibátin, tí har er ymisk neyðútgerð, sum hann so kundi gjørt nýtslu av.
? Vit hava leitað vítt. Tað kvøldið bleiv millum annað leitað fram við landi á Eysturoynni og dagin eftir varð leitað á einum veldugum øki eystanfyri við flúgvara, greiðir Djóni Weihe frá.
Nú er ein vika síðani, at Gudmund Isfeldt ongantíð kom vegin fram til Havnar á veg úr Nólsoynni við áttamannafarinum Hellu, og tann skipaða leitingin er steðgað.