Torm Kansas hevur nú sum tað fyrsta danska skipið fingið loyvi at hava vaktarmenn umborð við løddum vápnum. Loyvi er givið, eftir at skipið varð álopið í november. Tað er Løgmálaráðið, sum hevur givið skipinum loyvi til hetta, eftir at Torm Kansas varð álopið av sjórænarum út fyri Somalia.
Eftir álopið søkti skipið skjól í eini havn í Kenya, og tá reiðaríið Torm ikki kendi seg trygt við at senda manning og skip aftur í sjórænaraøkið, bað reiðaríið sjóverjuna um hjálp.
Sjóverjan, sum luttekur í altjóða arbeiði móti sjórænarum, sýtti fyri at hjálpa skipinum burtur. Tí bað reiðaríið um loyvi til at hava vaktir umborð við løddum vápnum.
Hetta loyvi fekk reiðaríið.
Danska Reiðarafelagið er í prinsippinum ímóti teirri gongd, at vápnaðar vaktir eru umborð á donskum skipum. Somu støðu hevur eisini stórreiðaríið, Mærsk, sum heldur, at slíkt kann gera støðuna uppaftur truplari.
- Hetta er nakað nýtt, og hetta er nakað, sum bert kann loyvast í heilt serligum føri, har eingin hjálp er at heinta, sigur næstformaðurin í Danska Reiðarafelagnum, Jan Fritz Hansen, við TV2 News.