Skip við 2200 bingjum kann brotna

Meiri enn 200 bingjur eru longu farnar í havið, og bretska sjóverjan stúrir fyri, at skipið kann brotna ella holvast.


MSC Napoli kom í havsneyð í illveðri í síðstu viku. Tað eydnaðist at bjarga manningini, og bretsku myndugleikarnir gjørdu av at seta skipið á land heldur enn at lata tað reka fyri vág og vind.

Nú er vandi fyri, at MSC Napoli kann brotna. Skipið hevði ikki færri enn 2.394 bingjur umborð, tá tað kom í havsneyð, men síðani eru meiri enn 200 bingjur farnar í havið, og fleiri teirra eru síðani riknar inn á strondina nærhendis Sidmouth í útsynningspartinum av Onglandi.

Myndugleikarnir har siga, at lastin hjá skipinum vigar góð 41.000 tons, og at av tí eru umleið 1.700 tons av ymsum vandamiklum evnum. Harafturat eru umleið 3.000 tons av olju í tangunum, og higartil eru umleið 200 tons runnin út í havið.

MCS Napoli er 16 ára gamalt og bleiv seinast góðkent til altjóða farmasigling fyri tveimum árum síðani. Tað vóru bretsku sjóferðslumyndugleikarnir, sum kannaðu og góðkendu skipið tá.