Eitt farmaskip tók í nátt seks fólk upp úr sjónum millum indonesisku oyggjarnar Java og Sumatra.
Indonesisku myndugleikarnir siga, at tey seks fólkini høvdu verið í einum skipi, sum sendi neyðarkall í gjár. Umborð vóru 150 fólk, sum ætlaðu sær til Avstralia. Indonesiska bjargingartænastan sendi bjargingarbátar og tyrlur at leita, men tey funnu einki.
Avstralsku sjóferðslumyndugleikarnir heittu á manningina á farmaskipinum, sum var á leiðini, har flóttafólkabáturin var sokkin, um at vita, um nakað fólk var at síggja, Manningin hoyrdi fólk rópa um hjálp, og tað eydnaðist at bjarga seks flóttafólkum.
Indonesisku myndugleikarnir siga, at eingin vón er um at finna hini, sum vóru í flóttafólkaskipinum.









